40
Ápostlasøgan og Paulus
Paulus ápostul æt upprunaliga Sául. Tað verður sagt, at hann broytti navn sítt,
eftir at hann varð kristin. Tað er tó ikki fyrr enn við fyrstu trúboðanarferðina,
at vit fyrstu ferð hoyra, at hann verður kallaður Paulus.
Í Ápostlasøguni og í brøvunum, ið bera navn hansara, stígur Paulus fram sum
ein av høvuðspersónunum í fornaldarkirkjuni.
Tá ið skrivað verður “13 brøv bera navn hansara”, kemst hetta av, at granskarar
hava kannað bíbilsku skriftirnar, og eru í iva um teir, ið standa sum rithøvundar,
eru teir røttu.
Her fara vit at leggja dent á tey evni, brøvini viðgera.
Frá 13. kapitli í Ápostlasøguni verður fylgt við Paulusi á trúboðaraferðum
hansara. Í støðum sær tað út til, at tann, ið skrivar, var við Paulusi á ferð og
sjálvur tók lut í tí, ið hendi,
Áp 20,13
Sambært ferðamanninum, sum møguliga er Lukas, hevði hann hitt Paulus í
Troas, fylgst við honum til Filippi og bíðað har fyri at verða við honum á triðju
trúboðaraferðini.
Uppvøksturin í Tarsus
Hildið verður, at Paulus varð føddur í Tarsus ár 10 e.Kr. Foreldrini vóru jødar,
diasporajødar, t.v.s. jødar, ið búðu uttan fyri Palestina. Mong teirra vóru fýdd
undan rómverska hersetingarvaldinum.
Hvør mamman var, vita vit ikki, men pápin var fariseari og rómverskur borg
ari. Hetta kemur fram, tá ið Paulus kemur fyri ráðið.
Í ráðnum, ið Paulus stóð ákærdur fyri, vóru bæði saddukearar og farisearar.
Saddukearar hildu, at eingin uppreisn var til, heldur ikki eingil ella andi. Fari-
searar harafturímóti trúðu, at hetta var veruleiki.
Paulus kunngjørdi, at hann, eins og pápin, var fariseari, og at tað var fyri vón
og fyri uppreisn frá deyðum, hann væntaði at verða dømdur.
Harðligt orðaskifti gjørdist millum partarnar í ráðnum, og av tí at Pilatus
væntaði, at teir fóru at skræða Paulus sundur, bað hann hermenn fara at taka
Paulus og føra hann inn í borgina.
Um náttina stóð Harrin framman fyri Paulusi og bað hann hava gott treysti,
tí eins og hann hevði vitnað í Jerúsalem, skuldi hann eisini vitna í Róm,
Áp
23,6-11
Í Galatabrævinum sigur Paulus, at hann var íðin at bera fram fedranna skriftir,
helst hava foreldur hansara hoyrt til tann partin av farisearunum, ið hildu
ógvuliga fast við Móselógina. Hetta er eisini vert at leggja til merkis, tá ið vit
hugsa um ta stóru broyting, ið Paulusi var fyri á vegnum til Damaskus.