Page 39 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
39
Samandráttur
• Paulus nevndist Sául, áðrenn hann tók við
kristnari trúgv
• Sum ungur lærdi Paulus til átrúnaðarligan
lærara, og hann var væl kendur við skriftirnar í
Gamla Testamenti
• Paulus var íðin at forfylgja teimum kristnu
• 13 av brøvunum í Nýggja Testamenti bera navn
Paulusar
• Paulus gjørdi feiri ferðir til lond um Miðjarðar­
havið og boðaði kristnu læruna
Uppgávur
• Lesið Róm 7,18-25.
Tosið um trupulleikarnar Paulus hevði við
syndini.
• Takið brot um siðalæru Paulusar fram úr brøvum
hansara, t.d. Gal 5, 13-26.
Er læra Paulusar galdandi dagin í dag?
• Lesið: Róm 1,16-17, 1. Kor 10,23-24,
1. Kor 15,1-11, Gal 6,2, Fil 2,5-11.
Hvønn týdning fekk Paulus sum trúboðari?
• Viðgerið einsæris ella í bólkum tað, ið hendi á
trúboðaraferðum Paulusar.
• Leggið arbeiðið fram við fyrilestrum, myndum
ella á annan hátt.
Hvussu arbeiðast kann við 4. kapitli:
Flokkurin kann verða býttir í bólkar at arbeiða við
øðrum hendingum í lívi Paulusar, víst verður til
skriftstøð, tey kunnu lesa.
Bólkur 1
Lesa
Áp 21,27-34
Hvat varð Paulus ákærdur fyri?
Hvør bjargaði honum undan deyðadómi?
Bólkur 2
Lesa
1. Kor 11,17-34
Tey tekna/skriva ella á annan hátt vísa fátøk og rík
og tað, Paulus skrivaði til tey kristnu í Korint.
Bólkur 3
Lesa
Gal 5,13-26
og møguliga onnur brot í brøvum
Paulusar við siðalagsligum áminningum.
Tey tekna/skriva ella á annan hátt vísa tað, Paulus
leggur dent á.
Bólkur 4
Lesa
1. Kor, 13
á bls. 47 í næmingabókini.
Á bls. 46 í næmingabókini er málningur eftir Sigrun
Gunnarsdóttir.
Skriva eina yrking ella eina søgu út frá málningi
og/ella Kærleikans hásongi.