38
Hitt livandi orðið
N.F.S. Grundtvig er kendur fyri hugtakið “hitt livandi orðið”. Eitt livandi orð
er bindilið millum tað andaliga og tað verðsliga.
Eitt livandi orð lærir og upplýsir. Tað er hentasta amboð í samskiftinum
millum lærara og næming og næmingarnar sínámillum.
Grundtvig var giftur tríggjar ferðir og átti 5 børn.
Ein sonur hansara, Svend Grundtvig, var vinmaður Hammershaimbs. Hann
stuðlaði og hjálpti Hammershaimb at fáa eitt viðurkent føroyskt skriftmál, og
at føroyskt skuldi gerast almenna málið í Føroyum. Hetta hendir í fyrru helvt
av 1800-talinum. Í 1888 seta føroyingar sjálvir fram krav um hetta sama.
Svend Grundtvig skrivaði bókina “Dansken paa Færøerne; et Sidestykke til
Tysken i Slesvig”, 1845. Hann savnaði, saman við Jørgen Victor Bloch, føroysk
kvæði, sum Christian Matras og Napoleon Djurhuus góvu út við heitinum
“Føroya kvæði”. Tey vóru í seks bindum.
Eisini var Svend Grundtvig við til at gera eina orðabók um føroyska málið
“Lexicon Færoense”. Bókin er í trimum bindum. Hon fnst handskrivað á
Kongaliga Bókasavninum í Keypmannahavn.