Page 51 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
51
Kap. 5 - Tøl
Vitruvianski maðurin
“Vitruvianski maðurin” er ein kend mynd eftir Leonardo da Vinci. Uppruna-
liga var tað ein rómverskur verkfrøðingur, sum av fyrstan tíð greiddi frá, at
likamsmátini hjá fólki eru í einum ávísum lutfalli.
• 4 fngrar eru ein lógvi
• 4 lógvar eru ein fótur
• 6 lógvar eru 1 cubit, umleið 45 cm
• 4 cubit eru ein manshædd
• 24 lógvar eru ein maður
• Um tú gleivar, so hæddin lækkar ¼ og lyftir armarnar, so longutong nemur
skallan, so er nalvin miðpunktið.
• Rúmið millum beinini er ein javnsíðaður tríkantur
• Longdin á útbreiddum ørmum á manni er jøvn við hædd hansara
• Frá hárgarðinum til endan á høkuni er 1/10 av hæddini
• Frá høku til ovast á skalla er 1/8 av hæddini
• Frá ovast á bringu til ovast á skalla er 1/6 av hæddini
• Frá ovast á bringu til hárgarð er 1/7 av hæddini
• Longsta herðamát er ¼ av hæddini
• Frá alboganum til fngrasnipparnar er 1/5 av hæddini
• Frá alboganum upp undir hondina er 1/8 partur av hæddini
• Øll hondin er 1/10 av hæddini
• Fóturin er 1/7 av hæddini
• Frá il upp undir knæ er ¼ av hæddini
• Longdin frá endanum á høku til nøs og frá hárgarði til eygnabrýr er hin
sama
• Oyrað er 1/3 av andlitinum