71
Kap. 9 - Jákup Dahl
Andrias Ziska, rithøvundur og blaðstjóri sigur soleiðis:
Kærleikin til móðurmál
gav tær, próstur, megnar styrki,
kynt tú hevur frælsis bál
innan skúlagátt og kirkju.
Føroya fólk tí elskar teg,
minnist tínar sálarrøður,
glett tú hevur mangan meg,
sendi eg tær bestu kvøður.
Óli Dahl, lærari sigur soleiðis:
Málmaður mikli
megnarverk máldi,
túsund tøkk,
sælum sálum
sáðið máldi,
til lukku, tøkk.
Tað sigst um pápa Óla Dahl, Theodor Dahl, Funningur, at hann skal hava
verið ein hin fyrsti at lesa føroyskan lestur, og tað skuldi hann fáa ábreiðslu
fyri.
Jákup Dahl doyði í 1944, árið eftir 25 ára starvsdagin. Tað var Osvald Viderø,
sum umsetti restina av Gamla Testamenti. Hetta arbeiðið var liðugt í 1961.
Karsten Hoydal yrkti soleiðis um Jákup Dahl eftir deyða hansara:
1. Her løgdu frægir inn av nýggjum,
teir gjørdu garðar, reistu búgv;
hjá teim, sum upp úr nýggjum brutu,
tað stóð um tolni, stóð um trúgv.
2. Í einsemi teir bygdu landið,
og tíðan verk var illa lønt,
tann gleðin ikki untist mongum
at síggja gerðið fagurgrønt.
3. Men tú, sum arvar dyrkað lendi,
minst til, hvør grønur teigur er
ein ogn, sum lívið í tær eigur,
tað veldst um teg, um bøur ber.