70
Lestrabøkur
Jákup Dahl sigur í 1934 í fororðinum til lestrabókina “Í lýsing”, at hann hevur
fngið eina peningagávu frá ónevndum manni, áljóðandi 100 krónur, at geva
út lestrabók fyri. Frá kirkjufólkinum í prestagjaldinum hevur hann fngið
tætt við 900 krónur. Hetta takkar hann hjartaliga fyri, samstundis sum hann
takkar løgtinginum fyri stuðul, tí uttan hesar stuðlar hevði ikki borið til at
givið lestrabókina út.
Tað, at lestrar komu á føroyskum, varð neyðugt fyri at menna føroyska
kirkjumálið. Eisini hevur tað havt stóran týdning fyri deknatænastuna, sum
føroyska kirkjan er kend fyri bæði her og uttanlands.
Eftir at Jákup Dahl var deyður, kom ein onnur lestrabók út við lestrum hansara,
“Meðan hildið verður heilagt”. Í teimum fororðunum skrivaði Jákup Dahl, at
hann heldur vildi geva hesa bókina út enn at lata ta fyrru endurprentað, tí
harvið gjørdist úrvalið av lestrum størri. Seinni hava feiri onnur eisini givið
lestrabøkur út.
Tað, ið onnur hava sagt um Jákup Dahl
Tá Jákup Dahl í 1943 hevði verið próstur í 25 ár, fekk hann heilsanir frá
mongum. Vegna øll tey føroysku kirkjuráðini varð takkað honum fyri tað
arbeiðið, hann hevði gjørt sum próstur fyri málsliga arbeiðið, so at føroyingar
skuldu hava eitt kirkjumál, og fyri umsetingina av Nýggja Testamenti, sum
fjórði hvør føroyingur átti. Harvið var Nýggja Testamenti tað ritið, sum fest
føroyingar áttu. Síðan takkaðu tey fyri tann partin av Gamla Testamenti, sum
tá var umsettur, fyri lestrarnar, sálmar og sangir, yrktir eins væl og umsettir.
Tey takkaðu eisini fyri kærleikan til fólkið, kirkjuna og málið.
Henda tøkkin kom á prent av tí at mett var, at hon hevði almennan áhuga.
Til sama høvi yrkti Hans Andrias Djurhuus m.a. í kantatu til Jákup Dahl:
1. Klæddu teg í viljans stál
fosturland og móðurmál.
2. Stóðst tú so við kirkjulið,
til tess fólkið stóð har við
3. Her tú ráddi, her tú vann,
her, ið andans kerta brann.
4. Mál várt hevjaði tú hátt,
bart tað inn um kirkjugátt.
5. Dávids hørpu gavst tú ljóð,
so hon gylt í kóri stóð.
6. Salomons so vísu ráð
setti hørpuni tú hjá.
7. Og so Harrans egnu orð
legði tú á altarborð.