Page 69 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
69
Samandráttur
• Jákup Dahl var føddur í Vági í 1878
• Hann tók læraraprógv í Tórshavn í 1896
• Jákup Dahl tók gudfrøðiligt embætisprógv í
1905
• Jákup Dahl stríddist fyri føroyskum máli í skúla
og í kirkju
• Hann umsetti Nýggja Testamenti til føroyskt úr
frummálinum
• Standmynd av Jákupi Dahl er reist við Vágs
kirkju
• Jákup Dahl doyði í 1944
Spurningar
1. Hvønn týdning hevur móðurmálið fyri eina tjóð?
2. Hvat ger skúlin til tess at lívga um móðurmálið?
3. Hvat gert tú til tess at lívga um móðurmálið?
4. Kann tað hugsast, at móðurmál okkara ein dag
ikki er til? Hví?/Hví ikki?
Uppgávur
• Greinið sálmarnar eftir greiningarfrymlinum á
snar.fo/kristni8
• Býtið fokkin í fmm bólkar. Hvør bólkur fær eitt
ørindi av sálminum “Alveldisdráttur” at seta upp
sum mynd, t.d. kolasju.
Hvussu arbeiðast kann við 9. kapitli:
• Hvat vita næmingarnir um Jákup Dahl, bíbliu­
útgávur, sálmar og sangir?
• Tosa um týdningin at samskifta á sínum egna
máli.
• Tosa um týdningin av at samskifta á móður­
málinum um andaligar lutir.
• Hvat av tí, sum Jákup Dahl gjørdi, hevur
týd­ning fyri okkum í dag? Nevna 3 ting.
Hvat er tað týdningarmesta eftir tínum tykki?