Page 68 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
68
Hinduisma í dag
Hinduisma hevur ikki breitt seg um heimin, sum eitt nú islam hevur. Tað
ræður ikki um at breiða hinduismu út. Flyta hinduar til onnur lond, dyrka teir
sín átrúnað og sína mentan á sama hátt sum heima, í tann mun, tað ber til. Teir
hava sítt altar í heiminum, har teir biðja til sín gud.
Hinduisma telur eini 700-900 mió. fólk, har tey festu búgva í India og
Landsynningsásia. Nøkur fá eru búðsitandi aðrastaðni í heiminum, eitt nú í
Suðuramerika og í Afrika.
Sikhisma
Um ár 1500 spratt ein rørsla úr hinduismuni, sum varð kallað sikhisma. Tað
hendi í Punjab-landslutinum har norðuri í India. Stovnarin var Guru Nanak,
føddur í 1469. Hann var sonur ein hindu, men dámdi ikki trúnna á nógvar
gudar og heldur ikki kastuskipanina.
Guru Nanak var hugtikin av, at islam lærdi, at øll eru eins. Tá hetta bert var
galdandi fyri muslimar, gjørdi hann av at seta á stovn ein átrúnað, sum bygdi
á, at bert ein gud er til, Vaheguru, og at fyri honum eru øll eins uttan mun til
religión, húðarlit og kyn.