67
Ofta er hann í appilsinlittum klæðum, við kongakrúnu á høvdinum og
veldisstavi í hondini. Viðhvørt heldur hann á einum fjalli. Tað var har, urtirnar
vuksu, sum hann lekti fólk við.
Í mongum templum eru appilsinlittir steinar, prýddir við blómum og roykilsi.
Teir eru til minnis um Hanuman.
Hanuman ímyndar trúfesti, styrki og skjótleika. Hann er verji hjá teimum,
sum fáast við vektlyfting og stríðsítrótt.
Summastaðni í India eru apur heilagar.
Litir í hinduismuni
Bæði í átrúnaðarligum og mentanarligum høpi eru litir av stórum týdningi.
Teir eru bæði ímyndarligir og skapa ávíst huglag. Vit kunnu av røttum av siga,
at hinduisman bókstavliga er sera litrík.
Átrúnaðarligan týdning hava serliga litirnir reytt, blátt, gult, grønt og hvítt.
Reytt merkir eitt nú reinleika og dirvi. Hesin litur verður serliga brúktur í
sambandi við stóru lívsjáttandi hátíðirnar føðing og brúdleyp. Ofta er ein
brúður í reyðum ella reyðlitaðum sari.
Líkið av kvinnu verður ofta ballað inn í reytt klæði, áðrenn tað verður lagt á
bálið.
Teir gudar, sum eru í reyðum, ímynda oftast miskunnsemi, dirvi, verju og
styrki at stríðast móti óndskapi.
Blátt merkir í hinduismuni óendaligt, mót, myndugleika og eitt róligt sinni.
Brahma og hansara avatarar eru oftast blálittir í húðini. Teir ímynda eisini tað
bláa í náttúruni, havið, áir, vøtn og himmalin.
Gult ímyndar vitan og lærdóm, men guli liturin ímyndar eisini gleði, frið,
djúphugsni og andaliga menning. Vishnu, Krishna og Ganesha eru ofta í
gulum klæðum.
Appilsingult er ímyndin av eldi, men eisini ímyndin av sakloysi við tað, at alt,
sum gjørdi teg sekan, er brent burtur.
Grønt ímyndar eydnu og frið. Grøni liturin ávirkar eygað jaliga og ger sinnið
róligt. Hann ímyndar eisini náttúruna.
Hvítt er ein blandingur av sjey ymiskum litum og ímyndar tí eisini eitt sindur av
tí, hvør einstakur litur ímyndar. Okkurt hvítt er tí eisini á festu gudamyndum.
Gerst ein kvinna einkja, fer hon at ganga í hvítum klæðum. Hvítt er sorgarlitur
í hinduismuni.
Kap. 8 - Hinduisma