66
Hon sæst avmyndað við nógvum ørmum, sum halda nógvum ymiskum
vápnum. Vápnini hevur hon fngið frá mannligu gudunum. Durga ríður antin
á eini leyvu ella á einum tikara.
Krishna
Krishna er tann best umtókti gudurin. Hann er ein av avatarunum hjá Vishnu,
men hann er eisini ein sjálvstøðugur gudur. Hann sæst oftast avmyndaður við
eini foytu. Tað kemst av, at sambært eini av mýtunum um hann, villleiddi hann
hirðkonur og lokkaði tær inn í skógin við gandatónum frá foytu síni. Tónarnir
ímyndaðu guds rødd. Hann sýndi hirðkonunum markleysan kærleika, við at
fáa tað at síggja út sum, at hann dansaði við hvørjari einstakari. Tær fngu tá
eina kenslu av at hava hitt Krishna persónliga.
Tey, sum trúgva á Krishna, seta alla sína vón til hansara, og tá tey geva seg heilt
til hansara, verða tey endaliga frí.
Krishna, ella Hare Krishna, er ein rørsla, sum er sprottin úr indiskari siðvenju.
Tó halda summi Krishna-trúgvandi, at Krishna er eldri enn hinduisman sjálv.
Í vesturheiminum vaknaði henda rørsla í 1960-árunum, tí sokallaðu
“blomsturtíðini”, har frælsi og kærleiki vóru meginhugtøk.
Mong kend fólk hildu seg til hesa rørslu, eitt nú George Harrison frá The
Beatles. Hann skrivaði kenda sangin “My sweet Lord” til æru fyri Krishna.
Eisini gav hann Krishna-rørsluni eitt góðs, Bhaktivedenta Manor, norðan fyri
London.
“My Sweet Lord” hjá George Harrison er at fnna á youtube.com
ISKCON felagsskapurin varð stovnaður at menna Krishna-rørsluna, og hevur
hann miðstøðir um stóran part av heiminum.
Tað, at fólk tóku so væl ímóti Krishna-rørsluni, kann eisini vera av tí, at
boðskapurin líktist so nógv kristindóminum. Ein kærleiksfullur gud, sum
kann taka øll til sín, og at ævinleikin býr í øllum menniskjum.
Rama og Sita
Rama er avatarur hjá Vishnu, og Sita er avatarur hjá Lakshmi. Mýtan Ramayana
vil vera við, at ein demonur, ljótur á at líta, førdi Situ burtur. Hann hevði
skapt seg um til ein heilagan mann og lokkaði hana út á eina óbygda oyggj.
Demonurin vildi hava Situ til konu, men hon vildi ikki. So læt hann villar
kvinnur og óðar hundar jagstra hana, men hon gav seg ikki. Umsíðir kom
Rama og fríaði hana, hjálptur av vinum sínum apunum. Við at halda í hvørja
aðra bygdu apurnar eina brúgv av oynni, so Rama og Sita kundu fýggja.
Sita er ímyndin av trúfesti og toli. Nógvar kvinnur hava hana sum fyrimynd.
Hanuman
Apukongurin Hanuman er væl umtóktur mangastaðni í India. Tað er hann, av
tí at hann var harra sínum lýðin og trúfastur. Hanuman verður avmyndaður
við apuhøvdi og menniskjalikami.