65
Parvati
Parvati merkir “hon, sum er í berginum”. Hon er ein væl umtókt hinduistisk
gudinna, men hon hevur ongan sjálvstøðugan samleika, at hon er maki hjá
Shiva.
Í Parvatimýtologiini, sum er í purunatekstunum frá um ár 300 til 1200, er hon
reinkarnatiónin av fyrstu konu Shiva, Sati.
Parvati sæst oftast avmyndað sum partur av guddóminum, Ardhanarishvara.
Tað er ein guddómur, sum hvørki er maður ella kona. Tá sæst Parvati
høgrumegin í sari og við øklaringum og einum lítlum spegli í hondini.
Guddómurin ímyndar, at tann mannliga og tann kvinnuliga síðan hava eins
stóran týdning.
Lakshmi
Lakshmi er best umtókta gudinnan í hinduismuni. Hon er kona Vishnu og
fylgir honum, hvørja ferð hann skiftir skap. Hon skiftir bara navn.
Ein mýta sigur frá, at krígsgudurin Indra, sum eisini ráddi í paradísi, ein dagin
gjørdi ein vísmann frtnan. Vísmaðurin hevndi seg við at biðja ilt yvir Indra, so
hann misti bæði megi og ríkidømi. Nú tóku demonar ræði í paradísi.
Indra bað Brahma hjálpa sær, og Brahma fór til Vishnu eftir hjálp. Vishnu
ráddi teimum til at gerast vinir við demonarnar, og fáa teir at hjálpa til at
kirna mjólkarhavið. Eins og kirnaður rómi gevur smør, soleiðis fngu fólk
ymiskar gudar úr mjólkarhavinum, eitt nú gudinnuna Lakshmi. Hon steig
upp úr mjólkarhavinum við einum lotuskransi um hálsin og eini lotusblómu í
hvørji hond. Lotuskransin hongdi hon um hálsin á Vishnu og gjørdist harvið
kona hansara. Tað varð sungið og dansað fyri henni, og fílar hvørjumegin
Gangesánna slettu vatn á hana og baðaðu henni.
Lakshmi sæst ofta avmyndað sitandi ella standandi á eini lotusblómu. Hon
hevur ofta fýra armar, men kann eisini hava tveir ella seks armar. Í onkrari
hond hevur hon lotusblómu og við onkrari hond stroyir hon pening, ið
ímyndar ríkidømi. Viðhvørt er hon avmyndað saman við manni sínum. Tá
hevur hon tveir armar. Hann hvílir seg tá á kosmiska orminum Seshanaga,
meðan hon gníggjar honum um føturnar. Av og á eru fílarnir, sum sletta vatn
á hana, við á myndunum.
Lakshmi er gudinna fyri vakurleika og kærleika, og hon er fyrimynd hjá giftum
kvinnum, at vera trúfastar og uppofrandi.
Durga
Ein av týdningarmestu gudinnunum í hinduismuni er stríðsgudinnan Durga.
Fremsta uppgáva hennara er at berjast ímóti demonum, sum hótta kosmisku
javnvágina.
Kap. 8 - Hinduisma