64
Ymiskir bólkar í hinduismuni
Í hinduismuni er ein guddómlig eind, Brahma, skaparin, Vishnu, sum heldur
øllum uppi, og Shiva, sum leggur alheimin í oyði. Nú á døgum eru tað fá, ið
tilbiðja Brahman, men heldur eina móðurgudinnu, Shakti.
Tey, ið tilbiðja Vishnu, eru oftast í Norður- og Miðindia. Tey tilbiðja bæði Vishnu
og teir avatarar, hvørs líki hann kom til jarðar í, eitt nú Rama og Krishna. Í
skapanarsøguni hvílir Vishnu á eini slangu, sum svimur runt í frumhavinum.
Úr nalvanum á Vishnu veksur ein lotusblóma, og í henni verður Brahma,
skaparin, føddur. Tí verður hildið, at Vishnu heldur øllum í gongd. Av og á má
Vishnu føðast í øðrum líki til tess at bjarga heiminum. Vishnu hevur ein konu,
Lakshmi. Hon er eydnugudinna. Vishnu og Lakshmi hava eitt futningsfar,
sum er ein menniskjafuglur, hálvt menniskja og hálvur fuglur. Síggja vit hetta
futningsfar uttan fyri eitt tempul, er templið bygt Vishnu til heiðurs.
Tey, ið tilbiðja Shiva, halda festu til í Suðurindia og á Sri Lanka. Shiva hevur
nógvar ymiskar eginleikar. Hann kann bæði skapa og oyðileggja, verða blíður
og ræðuligur og verða maður og kvinna. Tey, ið tilbiðja Shiva, tilbiðja ofta
eisini konu hansara, Parvati, og synirnar Ganesha og Murugan.
Í fjallalendinum har norðuri í India og í Nepal og Eysturindia fnna vit oftast
tey, ið tilbiðja Shakti, kvinnuliga orku. Hesi halda, at mannligu gudarnir eru
ov óvirknir og tørva Shakti.
Tað gera tey við at tilbiðja gudinnur sum Durga, Kali og Parvati.
Í prosentum er býtið umleið soleiðis millum gudarnar.
• Vishnu 70%
• Shiva 28%
• Shakti 2%
Kendar gudamyndir í hinduismuni
Ganesha
Gahnesha, sonur Shiva og Parvati, er oftast avmyndaður við høvdi, sum á fíli.
Ein indisk mýta sigur frá, at ein dagin Shiva var í bað, skapti hon ein ungan
mann av skittinum og sveittanum, sum hon skavaði av øðrum beininum. Hon
bað henda unga mannin standa á varðhaldi, so eingin kom inn til hennara.
Shiva, sum hevði verið burturstaddur, vildi sleppa inn til maka sín. Hann kom
í stríð við unga mannin, óvitandi at hesin var egni sonur hansara, og høgdi
høvdið av honum. Shiva vildi so fegin, at Ganesha livnaði aftur, so hann fór út
at fáa honum eitt høvd av fyrsta djóri, sum hann sá. Tað var ein fílur.
Ganesha sæst ofta ríða á eini rottu ella mús. Hon kann gnaga seg gjøgnum
tað mesta, tað ímyndar, at Ganesha kann vinna á øllum. Ganesha er verndar
halgimenni hjá studentum.