63
Kap. 8 - Hinduisma
Sálin í øllum
Her á okkara leiðum verður hildið, at bert menniskjað hevur eina sál. Í hindu
ismuni hevur alt livandi eina sál. At elska næstan merkir í hinduismuni at
sýna øllum livandi kærleika. Vedaskriftirnar siga, at vit eru ikki likam okkara,
men at vit eru andaligar verur, sum hava innivist í okkara likami. Ikki í sama
likami alt lívið, men sama andaliga vera í ymiskum likamum, ungum, eldri og
gomlum likami. Meðan vit liva, er sálin tilvitað í likaminum, men tá vit eru
deyð, er eingin tilvitað sál longur í likaminum. Hetta er galdandi bæði fyri
menniskju og djór.
Í bhagavad-gita stendur,
eins og íholdaða sálin støðugt ferðast í hesum likami frá
barnaárum, ungdómsárum til ellisár, ferðast sálin í deyðanum í eitt annað likam.
Bg. 2.13
Skaparin
Í vedaskriftunum stendur, at alheimurin er skaptur av onkrum skapara. Annars
hevði ikki tað skil og tað rættlag verið í øllum tí skapta, sum tað er. Sum eitt
dømi nevna vedaskriftirnar ein leirpott. Tá vit síggja ein leirpott, vita vit við
vissu, at ein pottamakari hevur evnað hann. Bert soleiðis kann ein leirpottur
verða til. Tá alt er so vísiliga skapt í minsta smálut, eisini menniskjað, so má
ein skapari og ein guddómur, sum eru okkum ósjónligir, hava verið uppi í
leikinum.
Planetskipanir
Vedaskriftirnar býta alheimin í 14 planetskipanir við livandi verum. Ikki so,
sum vit kenna tað, men eftir hvussu frammarlaga íbúgvararnir ella verurnar eru
í síni menning. Tess hægri uppi í skipanini, tess klókari og meira “trúgvandi”
eru íbúgvararnir.
Á umleið helvtini av lægru planetunum eru íbúgvararnir dugnaligir materielt
og tøkniliga og hava fúgvandi maskinur og eftirgjørt ljós allastaðni. Tey verða
ongantíð sjúk, doyggja knappliga og uttan ávaring, og onki í tilveruni minnir
tey á guddóm, átrúnað ella andalig virði.
Hin helvtin av planetunum er vissiliga helviti. Her ráða líðing og revsing fyri
syndir í einum farnum lívi.
Hinduar trúgva ikki á eitt helviti í allar ævir. Um ein endar í helviti, so ber altíð
til at verða fríaður til eitt betri stað.
Á planetum miðskeiðis í alheiminum búgva menniskjuni, sum liva lutfalsliga
stutt. Tey trúgva, men summi eru vantrúgvin. Eyðkennið fyri hesar planetir
er, at tær eru lopfjøl til nýggja tilveru aðrastaðni í alheiminum. Tað er eisini á
hesum planetum, at tú skapar karma og framtíð til mong lív framyvir.