62
Um hinduismu
Tað er ikki lætt at siga, hvat hinduisma er, ella hvør er hindu. Hinduisma er
ikki ein lívsfatan, men feiri og spennir sostatt víða.
Til er ein mongd av hinduistiskum felagsskapum og rørslum, men eingin
felags bygnaður, sum eitt nú katolikkar hava við pávasætinum.
Jødadómur hevur Móses, islam hevur Muhammed og kristindómur hevur
Jesus, men hinduisma hevur ongan tílíkan persón, sum hon kann kalla
stovnara.
Ringrás
Í vesturheiminum eru fólk av tí fatan, at jarðarsøgan hevur eina byrjan og
einaferð fær ein enda. Hinduistisk fatan er, at alt gongur í ring. Eins og árið
gongur í ring við skiftandi árstíðum, so gongur søgan hjá jørðini og menn
iskjunum í ring við ymiskum tíðarskeiðum.
Gylta tíðarskeiðið,
Satya-yuga
, er tað besta. Vísdómur og átrúnaður eyðkenna
hetta tíðarskeiðið. Óndskapur og fávitska eru so at siga ikki til, fólk eru vitandi
og liva eini 100.000 ár.
Silvurtíðarskeiðið,
Treta-yuga
, er ikki eins gott. Óndskapur og siðloysi eru ikki
longur ókend, og fólk liva eini 10.000 ár. Enn eyðkennir átrúnaður tíðar-
skeiðið, tí heilagmenni halda skil á við at smíða lógir.
Kopartíðarskeiðið,
Dvapara- yuga
, er eyðkent við, at ólevnaður og kríggj gerast
vanligari. Hetta tíðarskeið liva fólk í mesta lagi í 1000 ár.
Jarntíðarskeiðið,
Kali-yuga
, er fjórða og síðsta tíðarskeiðið. Tað verður eisini
nevnt stríðsøldin. Tað, ið eyðkennir tíðarskeiðið, er fávitska, afturgongd, kríggj
og vantandi átrúnaður. Í endanum á hesum tíðarskeiði liva fólk bert eini 20 til
30 ár, men so leggur ein hægri máttur uppí, festu fólk verða týnd, og eitt nýtt
gylt tíðarskeið, Satya-yuga, byrjar.
Hesi fýra tíðarskeið eru aftur partur av eini longri ringrás. Túsund yuga-
tíðarskeið eru sum ein dagur fyri Brahma, og túsund afturat sum náttin eftir.
Brahma livir sambært egnari tíðarrokning í 100 ár. So doyr hann, alheimurin
fer til grundar, ein nýggjur Brahma verður føddur, og alt byrjar av nýggjum.
Sambært vedaunum, so eru eini 5000 ár farin av jarntíðarskeiðinum. Tað er
hugvekjandi, at meðan hinduar halda, at vit liva í eini tíð merkt av fávitsku og
afturgongd, so halda vit her vestanfyri, at vit ongantíð hava verið so vitandi og
dugnalig sum nú.
Í Kali-yuga tíðini missa fólk veruliga innihaldið í tilveruni úr eygsjón, gerast
meiri sjálvsøkin og gudleys og missa eginleikar sum næstakærleika og tolsemi.
Tí fara samfelagsskipanir at ridla, og lond verða rakt av vanlukkum og kríggi.
Tað, at hinduistiska læran kom á skrift, var hildið at vera eitt afturstig. Nú
vóru ikki longur andsevni at læra uttanat.