Page 61 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
61
Samandráttur
• Hinduisma er ein heimsátrúnaður
• Hinduisman er tengd at søgu India
• Høvuðsgudar eru Brahma, Vishnu og Shiva
• Høvuðsskriftirnar eru vedasangirnir
• Hinduar trúgva upp á endurføðingarringrásina
• Hinduar stríðast av øllum alvi at koma úr endur-
føðingarringrásini
• Kastuskipanin livir enn, hóast hon var alment
avtikin í 1947
• Mannalívið hevur 16 samskararitual
• Kýr eru heilagar í India
• Yoga er ein vegur at fría seg úr endurføðingar-
ringrásini
• Mahatma Gandhi virkaði fyri fríum India
Spurningar
1. Hvussu kann ein hindu verða fríaður úr endur-
føðingarringrásini?
2. Nær steðgar endurføðingarringrásin?
3. Hvør er munurin á frelsu í kristindóminum og
frían í hinduismuni?
4. Hví trúgva hinduar á heilagar kýr?
5. Eru fyrimunir og vansar við at hava heilagar kýr?
Hvussu arbeiðast kann við 8. kapitli:
• Hvat vita næmingarnir frammanundan um
hinduismu og India?
• Samanber hinduismu við kristindóm. Hvat líkist,
og hvat brýtur frá?
• Lat næmingin velja sær eitt brot úr kapitlinum,
sum gav honum okkurt at hugsa um. Hví valdi
hann júst hetta brotið?
• Tú skalt greiða einum hindu frá kristindómi.
Hvat velur tú at greiða frá, so hann skilir teg?
• Hvat er mest undranarvert við hinduismu?