Page 60 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
60
Mong trúarsamfeløg
Í Føroyum eru feiri trúarsamfeløg. Tey allarfestu í Føroyum eru kristin. Ein
stórur partur, eini 80%, hoyrir til fólkakirkjuna. Samanborið við fólkatalið,
hava vit nógvar trúarbólkar.
Veking í Norðurlondum
Tað fór ein veking fram í Norðurlondum miðskeiðis í 1800-talinum. Hetta
var ein broytingartíð. Í Danmark var komin ein nýggj jarðarlóg, sum bar
við sær, at mangir festibøndur gjørdust sjálvsognarbøndur. Harvið broyttist
samfelagsmynstrið. Í kirkjuni vóru eisini rembingar. Fólk vórðu meira tilvitað
um andaligar lutir og persónliga trúgv. Tað setti krøv til tað siðbundna
kirkjulívið og kirkjuliga hugsanarháttin. Kirkjan var ikki so skjót at broyta seg,
sum summi ynsktu, so tey fóru at hittast til gudstænastu heima hjá hvørjum
øðrum. Sum frá leið varð hetta til nýggjar trúarbólkar.
Ein veking rennur oftast av ónøgdini við okkurt, antin okkurt í sjálvari kirkjuni
ella tí tilknýti, fólk hava til kirkjuna. Tá í tíðini vóru feiri samfelagsviðurskifti
knýtt at kirkjuni. Hesa tíðina fngu tey í Danmark tveir nýggjar trúarbólkar,
grundtvigianismu og indremissión.
Broytingartíðir í Føroyum
Í Føroyum komu eisini rembingar. Fyrst kom fríhandilstíðin, og fólk kendu
seg meira fræls. Meira peningur kom millum fólk, sum hevði batar við sær.
Okkara samfelag broyttist síðan frá einum bóndasamfelag til eitt fskivinnu- og
handilssamfelag. Tilveran var ikki so eins og einføld longur. Siðir og skikkir
viknaðu sum frá leið, og tá andaliga vekingin kom til Føroya, fóru summi fólk
til hesar nýggju samkomur.
Í skrivligum keldum sæst, at prestarnir frammanundan høvdu gjørt vart við,
at nýggja tíðin við meira peningi ikki bert hevði ført framburð við sær, men
eisini eitt viknandi andaligt lív og størri drykkjuskap. Eisini mentanarlívið var
í broyting.
Fremmandir trúboðarar og veking
Eitt tað fyrsta vit vita um fremmandar trúboðarar, man vera miðskeiðis í
1800-talinum, tá kvækarar og mormonar vitjaðu her. Teir fóru avstað aftur
eftir stuttan steðg.
Eftir hetta koma so adventistar, brøður og onnur við. Tey settu á stovn nýggjar
samkomur og kirkjur. Sum tíðin er liðin, hava so aftur aðrar samkomur,
sprotnar úr teimum fyrstu, sæð dagsins ljós.
Í 1970-árunum kom ein karismatisk veking til Føroya. Orðið “charisma”
merk­ir náðigáva. Henda vekingarrørsla legði dent á náðigávurnar tungutalu og
týðing av tungutalu, profetaevni, grøðing við bøn, handálegging og andsdóp.
Hesar náðigávur eru nevndar í
1. Kor,12-14
Henda vekingarrørsla nam við fólk í festu samkomum og kirkjum. Eisini tá
vórðu nýggjar samkomur settar á stovn so sum Immanuel, Nardus og aðrar.