Page 59 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
59
Samandráttur
• Ymsar rørslur komu til Føroya í seinnu helvt av
1800-talinum
• Katólsk kirkja er aftur í Føroyum um 1930
• Fyrsta vekingarrørsla var brøðrasamkoman
miskeiðis í 1800-talinum
• Dansk indre mission setti heimamissiónina á
stovn 1904 á fólkakirkjuligum grundarlagi
• Miðskeiðis í 1930-árunum varð fyrsta adventista­
kirkjan bygd í Føroyum
• Frelsunarherurin hevur virkað í Føroyum frá fyrst
í 1900-talinum
• Hvítusunnurørslan kom til Føroya um ár 1920
Spurningar
Kannið hjá samkomum og kirkjum hesar spurningar:
1. Hvussu eitur samkoman/kirkjan?
2. Nær er samkoman/kirkjan stovnað?
3. Hvussu nógv fólk hoyra til samkomuna/
kirkjuna?
4. Eru fólk skrásett at hoyra til samkomuna/
kirkjuna?
5. Hvussu verður samkoman/kirkjan stýrd?
(nevnd, elstaráð o.s.fr.)
6. Hevur samkoman/kirkjan egið hús?
7. Hvussu verður virksemið fíggjað?
(limagjald, tíggjund o.s.fr.)
8. Hevur samkoman/kirkjan virksemið fyri børn og
ung?
9. Hvør kann taka orðið í samkomuni/kirkjuni?
10. Hevur samkoman/kirkjan dóp?
11. Hevur samkoman/kirkjan altarborð?
Breyðbróting?
12. Hvat annað virksemi er í samkomuni/kirkjuni?
13. Hvat eyðkennir samkomuna/kirkjuna?
Hvussu arbeiðast kann við 7. kapitli:
• Tosa við næmingarnar um samkomulív í
Føroyum. Hvør týdningur liggur í orðinum,
hvør týdningur liggur í hugtakinum?
• Á hvønn hátt eru samkomurnar ymiskar?
Á hvønn hátt líkjast tær?
• Gera ein lista yvir tær samkomur, tit kenna?
• Gera eina venjing. Být fokkin í bólkar. Hvør
bólkur skal seta á stovn eina nýggja samkomu.
Hvat er neyðugt at hugsa um í tí sambandi?
Tey skulu fnna so nógv, sum til ber, og seta á
ein lista. Hvørji 5 ting eru týdningarmest?