Page 58 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
58
Kingoløg ella kingosangur varð eisini brúktur til onnur høvi, eitt nú útróður
og bjargaferð. Onkur sigur seg kenna áratøkini aftur í rútmuni.
Tá kirkjurnar fngu orgul, doyði Kingosangurin út. Longst livdi hann helst í
Tjørnuvík. Har góvust tey at syngja Kingosang í kirkjuni í 1957, tá deknurin,
sum plagdi at syngja fyri, doyði.
Kingobólkurin
Í 1997 fór ein bólkur av fólki í Tjørnuvík at læra seg nøkur Kingoløg. Enn livdi
sonur gamla deknin, so hann kundi leggja teimum lag á.
Fyrst í 1950-árunum ferðaðust Jógvan Gerðalíð úr Klaksvík og Victor Danielsen
úr Fuglafrði um landið og hildu møti. Tá teir einaferð vóru í Tjørnuvík, hoyrdu
teir Kingosang í sambandi við, at eitt barn varð jarðað. Jógvan Gerðalíð gjørdist
so hugtikin av sanginum, at hann seinni fekk sangarnar at koma til Klaksvíkar
at syngja inn á plátu. Plátan er varðveitt, og okkurt er komið út á føgu.
Í 2003 vóru 300 ár liðin síðani Thomas Kingo doyði, og hetta varð
hátíðarhildið í Danmark. Tað var so komið fyri oyruni á Keypmannhavnar
biskupi, at nøkur fólk í Føroyum sungu Kingo. Hann skrivaði og spurdi, um
tey kundu koma við til hátíðarhaldið. Tað fóru tey, og síðani hava tey eisini
gjørt aðrar uttanlandsferðir. Eisini syngja tey Kingoløg við serstøk høvi runt
um í Føroyum.
Tað er einki at taka seg aftur í, at tað er Kingobólkurin, sum heldur lív í hesum
so sermerkta sanghátti.