Page 57 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
57
Kap. 6 - Frá trúbót til okkara dagar
Í 1990 gjørdust Føroyar aftur sjálvstøðugt biskupsdømi. Fyrsti biskupur var
Hans Jacob Joensen.
29. juli 2007 varð Fólkakirkjan yvirtikin. Sama ár fór Hans Jacob Joensen frá
sum Føroya biskupur, og Jógvan Fríðriksson tók við.
Jesper Brochmand
Jesper Brochmand 1585-1652 er nú á døgum helst kendur fyri at hava skrivað
langar lestrar. Tað mundi hann ikki sjálvur halda, tí hann kallaði teir stutt
frágreiðing um gudiligt lív og levnað.
Eftir trúbótina var tað umráðandi at skriva andligan lesnað og sálmar so lætt
skiljandi, at evangeliið kundi festa røtur í fólkinum.
Jesper Brochmand var væl lærdur maður. Hann var magistari í latínskum og
grikskum máli, eins og hann var magistari í gudfrøði. Hann gjørdist í 1639
biskupur í biskupsdøminum á Sjællandi, sum Føroyar lógu undir. Brochmands
lestrabók er frá 1635-38. Í skrivligum keldum sæst, at í festu kirkjum í
Føroyum er henda lestrabók at fnna og nógv brúkt. Hinar kirkjurnar kunnu
væl hava brúkt hana eisini, tí ofta áttu deknarnir sjálvir lestrabókina.
Brochmands lestrabók má, saman við Bíbliuni, metast at hava verið
grundstøðið undir gudstrúnni í Føroyum til um ár 1900. Høvuðsboðskapurin
er, at einans við trúgv verða fólk rættvísgjørd, og Brochmand minnir fólk á at
liva í kristiligum levnaði. Enn í dag verða inngangsbøn og útgangsbøn eftir
Brochmand lisnar í fólkakirkjuni, har biðið verður um at batna í heilagum
lívi og levnaði.
Thomas Kingo
Thomas Kingo 1634-1703 var biskupur á Fyn. Hann hevur við sínum sálmum
einsamallur verið við til at geva føroyingum andligan sálmaførning í eini
200 ár. Eingin onnur sálmabók var til taks. Hansara sálmar eru enn millum
sálmarnar í donsku og føroysku sálmabókini. Thomas Kingo yrkti bæði um
evangeliska boðskapin og um mannalívið við gleði og sorg. Tí kenna fólk seg
aftur í sálmum hansara.
Kingosálmabókin er helst komin til Føroya við onkrum útlendskum presti og er
so farin í umfar kring oyggjarnar. Tað hevur verið sungið úr henni bæði heima
og í kirkjuni. Tey serligu Kingoløgini hava, eins og føroyski dansurin, røtur í
vesturevropeiskari tónleikamentan, men hava fngið sítt serliga føroyska ljóð.
Ongi ljóðføri vórðu nýtt í kirkjunum, so sálmasangurin livdi sítt egna lív.
Kingosangurin er ein samanrenning av løgum úr katólskari tíð og løgum
úr protestantiskari tíð. Tá vórðu sálmar ofta yrktir til vísuløg, eisini verðslig
vísuløg, til tess at fólk skjótari skuldu ogna sær tey.
Kingoløgini eru ikki eins allastaðni í Føroyum. Tey hava livað á mannamunni,
ætt eftir ætt. Bygdir hava ligið fjarskotnar, so ávirkanin uttaneftir hevur verið
lítil.