Page 56 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
56
Skriv dig, Jesus, på mit hjerte,
du min konge og min Gud!
at ej lyst, ej heller smerte
dig formår at slette ud!
Denne indskrift på mig sæt:
Jesus udaf Nazaret,
den korsfæsted, er min ære
og min salighed skal være!
Thomas Kingo 1689
Tillagað1844
Rita navn títt mær í hjarta,
Jesus, kongur mín og Guð,
at ei sól, ei myrkur svarta
megna teg at máa út!
Hetta innsigl’ á meg set:
Jesus mín úr Nasaret,
hann, ið krossin mátti bera,
mær til sálargagn skal vera.
Gunnar Dahl-Olsen týddi
Jens Gregersen Riber
Í árinum 1540 tilnevndi Kristian 3. kongur Jens Gregersen Riber til biskup í
Bergen við virki í Føroyum. Jens Gregersen Riber búði á biskupsgarðinum í
Kirkjubø.
Um hesa tíðina herjaðu sjórænarar ofta í oyggjunum, serliga turkar. Tað ræddi
fólk, og mangar frásagnir eru um sjórænarar. Eisini bera staðarnøvn boð um,
at bygdir hava havt støð, har hildið varð vakt og boðað frá, um fremmant
skip sást. So fýddu tey, sum orkaðu, í fjøllini. Onkur heldur, at hetta við
sjórænarunum gjørdi sítt til, at Jens Gregersen Riber fór aftur til Noregs um ár
1557. Hann varð tá settur biskupur í Stavanger.
Frá norskum próstadømi til føroyska kirkju
Eftir hetta vóru Føroyar próstadømi undir biskupinum í Bergen til um ár 1620
og síðani undir biskupi á Sjællandi til 1923. Tá Keypmannahavnar biskups­
dømi varð býtt frá biskupinum á Sjællandi, fylgdu Føroyar við. Í 1963 varð
Føroya próstadømi umlagt til varabiskupsdømi undir biskupinum í Keyp-
mannahavn.
Varabiskupar hava verið Jákup Joensen, 1963 til 1973, og Ejvind Vilhelm frá
1973 til 1990. Tá tók Hans Jacob Joensen við sum varabiskupur. Til 1978 var
varabiskupur eisini sóknarprestur í Suðurstreymoy.