Page 55 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
55
Samandráttur
• Eingin føroyskur biskupur millum trúbót og 1990
• Fyrsti próstur í Føroyum var Heini Havreki
• At lesa lestur hevur havt stóran týdning fyri
føroyskt trúarlív
• Kirkjan var einasta samkomuhús fram til
miðskeiðis í 1800-talinum, tá vit fngu trúar-
frælsi
• Føroyskt mál verður javnsett við danskt í
kirkjumálum í 1939
• Kirkjan var fyrsta almenna øki, har føroyskt vann
fulla viðurkenning
Spurningar
1. Hvussu virknir eru føroyingar í sínum kristinlívi í
dag í mun til fyrr?
2. Hvønn málsligan og mentanarligan týdning
hevur tað, at prædikað verður á móðurmálinum?
3. Hvønn týdning hevði tað, at vit fngu trúar-
frælsi?
4. Hvønn týdning hevur trúarfrælsið í dag?
5. Hvør er Kingo, og hví er hann serstakur?
Hvussu arbeiðast kann við 6. kapitli:
• Tosa um tað, sum hevur ment fólkakirkjuna
• Tosa um vekingarrørslur. Hvønn týdning hava
tær?
• Hyggja inn á hesa heimasíðuna
www.j-kristensen.dk/kingosang/
Lurta eftir sálminum “Skriv dig, Jesus på mit
hjerte”. Hvat sigur sálmurin tær?
• Syngja sálmin “Rita navn títt mær í hjarta”.
Hvat sigur hesin sálmur tær? Hvør munur er á
løgunum?