54
Talið trettan verður av mongum hildið at vera eitt óeydnistal. Summastaðni
hava gøtur ikki húsanummarið trettan, hotell ikki trettandu hædd ella rúm
nummar trettan. Í summum fogførum kemur fjúrtanda setursrað eftir tólvta
setursrað. Trettan til borðs halda summi boðar frá óeydnu. Tað kann stava frá
seinastu kvøldmáltíðini, tá Jesus var trettandi maður við borðið.
Tá vit tosa um tøl av serstøkum týdningi, mugu vit nevna sjeytalið. Sjey er
tað talið, sum kemur oftast fyri í Bíbliuni. Sjey bønir eru í faðirvár, sjey vóru
krossarorðini, sjey eru deyðsyndirnar, og sjey eru dygdirnar.
Tær sjey deyðsyndirnar vóru sjey lastir, sum tey kristnu í miðøldini hildu
foraðu menniskjum æviga sælu.
Tær sjey deyðsyndirnar eru hugmóð, gírni, girnd, øvund, marglæti, vreiði og
leti.
Rómversk-katólska kirkjan vísti á sjey dygdir. Tær eru vísdómur, rættvísi,
dirvi, tamarhald, trúgv, vón og kærleiki.
Fyri onkran náttúruátrúnað merkir fýratalið eitt nú tey fýra frumevnini eldur,
luft, vatn og jørð, og tær fýra ættirnar norður, suður, eystur og vestur.
Kinverskur átrúnaður heldur áttatalið hava serstakan mátt, og at tey tøl, sum
átta gongur uppí eru eydnutøl. Tveytalið merkir eisini nakað serligt í javn-
vágini yin og yang.
Í norðurlendskari gudalæru er níggjutalið serstakt. Valkyrjurnar vóru níggju í
tali eins og nornurnar.
7- talið í máliskum
Móðurmálsorðabókin hevur nakrar máliskur við sjeytalinum.
Fáur leikar so í
sjey ár sum í sjey dagar.
Tað merkir, at eingin endar, sum hann hevur byrjað.
Hann er ímóti sjey,
verður sagt um ein, sum fær nógv frá hondini, er sterkur ella
raskur.
Onkur hevur sjey tungur í einum heysi.
Tað merkir, at hann sigur eitt nú
og annað tá.
Kemur tú ikki til hús, skalt tú fáa tíni sjey
ella ein avsmurning.
Píka
sjey
er ein linur eiður.
Hann bíðaði eitt langt og sjey breið,
ógvuliga leingi.
Hann
var sum millum sjey og ellivu,
hann var í iva.