Page 53 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
53
Tøl og mát
Sambært Vísdómi Sálomons, ein av apokrýfsku bókunum, verður sagt:
Men
alt hevur tú skilað til eftir máti, tali og vekt.
Sipað verður til Gud, sum er tolin og
miskunnsamur við allar skapningar, hóast teir ikki altíð gera eftir vilja hansara.
Hvør hevur mátað vøtnini í lógva sínum og spannað himinin av, savnað upp í ílát alt
jarðarinnar dust ella vigað fjøllini á bismara og heyggjarnar á vágskál?
Jes 40,12
Áp 17,26
nevnir, at Gud hevur latið øll fólk av einum blóði búgva um allan
jarðarkringin og tilskilað teimum fyrisettar tíðir og markini fyri bústaði teirra.
Tann sami Gud, sum hevur gjørt tíð, rúm og mongdir, hevur eisini givið
menni­skjanum evni og møguleikar at skilja og máta hesar eindir.
Áhugin fyri tølum sæst í øllum mentanum, og hjá teim festu hava ymisk tøl
eisini serstakan týdning. Kristindómurin hevur ikki tøl við serstakari megi, so
sum onkur átrúnaður hevur, og sum pátrúgvin hevur. Tað vil siga, at kristin
trúgva ikki á tøl, sjálvt um Bíblian ofta nevnir tøl, og talímyndir ofta verða
nýttar.
Av tí, at hvør jødiskur bókstavur hevur egið talvirði, hevur ein jødiskur tal­
mýstikkur ment seg.
Tað fnnast eisini ymiskar talskipanir. Tann best kenda og mest nýtta skipanin
er tíggjutalsskipanin. Tað er hana, vit nýta.
Tøl í øðrum mentanum
Bábylonska mentanin brúkti trýsstalsskipanina. Ein leivd haðani er vinkul-
mátið og tíðarmátið.
Mayamentanin og aztekararnir høvdu eina tjúgutalsskipan. Tá vit eitt nú siga
fýrsinstjúgu og hálvfemsinstjúgu, er tað ein leivd frá eini tjúgutalsskipan.
Nýmótans tøkni nýtir eina tveytalsskipan. Hon er ment av tølunum eitt og
null. Tann skipanin var longu kend væl fyri okkara tíðarrokning.
Pythagoras segði í síni tíð, at tøl ikki bert hava eitt talvirði, men eisini eitt
góðskuvirði. Bæði í tónleiki og byggilist hava tøl virði sum javnvág. Í tónleikin­
um eru eitt nú harmoniir, og frá byggilistini og aðrari list kenna vit hugtakið
“gylta sniðið”.
Tøl í átrúnaðum
Sum átrúnaðir við einum Gudi halda jødar, kristin og muslimar eitttalið vera
serstakt eins og sekstalið, tann dagin menniskjað var skapað. Kristin halda
trítalið vera nakað serligt, faðirin, sonurin og heilagi andin. Fyri jødar er
fýratalið heilagt, tí á hebraiskum verður Gud stavaður við fýra bókstavum.
Kap. 5 - Tøl