73
Samandráttur
• Gud skapti alt gott
• Líðing kom inn í heimin
• Eingin kann siga seg frían fyri onkuntíð at gera
okkurt minni gott
• Stanley Milgram vildi vísa á, at fólk fara langt,
um tey eru undir trýsti
• Tað er týdningarmikið at geva sær far um síni
mørk
• Vinir hava alstóran týdning
• Skúlin er ógvuliga týdningarmikil
• Øll skulu kenna seg sædd og hoyrd
Spurningar
1. Hvønn týdning leggja tit í sitatini á bls. 108?
2. Kundi royndin hjá Stanley Milgram verið gjørd
í dag? Hví? Hví ikki?
3. Á hvønn hátt kunnu vit ávirka vinir okkara
jaliga?
4. Á hvønn hátt kunnu vit ávirka vinir okkara
neiliga?
5. Tosið í fokkinum um, hvussu ein tanki varð til
eina lagnu. Gevið dømi.
6. Hvat heldur tú hendi við triðja kíkinum í søguni
“Knívurin”?
Uppgávur
• Hvat sigur brotið úr Fólkaskúlalógin um
skúlaumhvørvið?
• Hvat er tað týdningarmesta fyri trivnað í hesum
broti og hví?
• Hvat eigur dentur at verða lagdur á í atferðar-
reglum skúlans, so at øll verða sædd og hoyrd,
trívast og mennast?
• Lesið trivnaðarætlanir hjá ymsum skúlum á teirra
heimasíðum.
Nevnið trý ting, sum siga frá, hví tað er neyðugt
at hava slíka ætlan.
Nevnið trý ting, sum tit halda fremja trivnað.
Hvussu arbeiðast kann við 10. kapitli:
• Hvat hugsa næmingarnir, tá teir hoyra orðini
“val” og at “velja”?
• Hvørji val gera vit ein vanligan dag?
• Hvørji av hesum valum hava týdning nú?
• Hvørji av hesum valum hava týdning fram í
tíðina?
• Hvørji av tínum valum hava týdning fyri onnur?
• Hvørji av tínum valum hava týdning fyri fokkin?
• Hvørji av tínum valum hava týdning fyri tey, tú
býrt saman við? Hvønn týdning hava tey?