74
At vera ungur
Tað kann vera torført at vera ungur. Tað veit tann, sum er komin til árs, og tað
kunnu vit lesa í skaldskapi. Hvør tíð hevur sínar møguleikar. Tann tíðin, vit nú
liva í, hevur óteljandi valmøguleikar í næstan øllum viðurskiftum.
Tað var einfaldari fyrr í tíðini, tá lítið var at velja í. Tú skapti tær títt egna
undirhald, og útbúgvingarmynstrið var ofta, at tú valdi tað yrki, foreldur tíni
høvdu, ella onga útbúgving fekst, tí tað ikki var vanligt í tínum heimi.
Val og týdningur
Tað er gott, at nógv er at velja í, men tað kann eisini vera ein vansi. Alt frá
smábarni av, skulu børn taka støðu til bæði eitt og annað. Í dagstovnum skulu
børn ofta velja, hvørt tey vilja gera hetta ella hatta. Í skúlanum skulu tey tíðliga
velja lærugrein og breytir. Síðan skulu tey velja framhaldsskúlar, sum hava
ymisk tilboð og fara ymiska leið.
Í frítíðini er hópin av tilboðum, og hugsa vit umundirhald, so erumøguleikarnir
óteljandi við interneti og sjónvarpsrásum.
Unga ættarliðið er stórt sæð eitt ættarlið av tilrættisløgdum børnum. Tað mesta
í dag verður lagt til rættis, so einki skal koma óvart á og enda galið. Tað er bara
tað við tí, at lívið letur seg ikki altíð leggja til rættis. Tað er so mangt, sum kann
henda á leiðini.
Val og samleiki
Tað hevur stóran týdning at vísa ungum, at val hava týdning, men at eitt val
ber til at velja frá aftur. Hugsa vit um útbúgving, gevur tað onga meining at
halda fast við eitt skeivt val.
Hetta er vorðið alt verri at góðtaka, av tí at eitt arbeiði er meira enn bert nakað,
tú gert av áhuga og fyri at forvinna til lívsins uppihald. Tað er í alt størri mun
arbeiðið, sum sigur, hvør tú ert, og hvussu tú ert. Stutt og greitt tín samleiki
.
Av somu orsøk er tað so torført at velja, tí tað skal bæði veljast við hjartanum,
heilanum og kenslunum.