Page 75 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
75
Samandráttur
• Trúarlív og gerandislív livdu lið um lið
• Vanligt var at signa seg
• Tað varð ofta sagt á donskum
• Tað var biðið og sungið, áðrenn farið varð til
útróðrar, til bjarga, á fjall o.a.
• Hús og støð kunnu vera heilag
• Kirkjur verða vígdar
• Halgidagslógin er lóg um halgidagsfrið
Spurningar
1. Hvat heldur tú, vit í dag halda vera sjálvsagt í
mun til fyrr í tíðini?
2. Hvør hjálp kann veitast, um vit í dag gerast
óarbeiðsfør?
3. Hvørjar vanlukkur skaka okkara gerandisdag nú
á døgum?
4. Á hvønn hátt er okkara trúarlív sjónligt nú í
tíðini?
5. Hvat livir eftir av gomlum siðum í okkara tíð?
6. Eru onkrir av gomlu siðunum, sum kundu verið
tiknir uppaftur? Hví? Hví ikki?
7. Hvaðan stavar siðurin at siga
Manga takk?
Hvussu arbeiðast kann við 11. kapitli:
• Tosa um ta tíðina, hesin kapittulin snýr seg um.
Hvat vita næmingarnir frammanundan?
• Hví hildu fólk fast við tílíkar siðir? Tosa um
fólkasið, borðsið, ferðslusið, góðan sið á inter-
netinum o.s.fr.
• Hvønn týdning hava siðir nú á døgum? Er nakar
vansi við at hava siðir?
• Næmingurin velur ein sið, hann kennir og virðir.
Hví hevur júst hesin siðurin týdning?