Page 76 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
76
Mentan og siðir
Tað, ið hevur savnað føroyingar frá gamlari tíð, hevur verið kvæðini og kristin­
lívið. Aftur at hesum kann eisini sigast, at teir siðir, ið hava verið knýttir at
hesum báðum, hava verið við at mynda føroysku tjóðina heilt fram til okkara
dagar. Summir siðir hava yvirlivað, aðrir ikki. Við tíðini vinna aðrir siðir frama,
tað vil so vera.
Siðir og týdningur
Hvønn týdning siðir hava, er ikki lætt at meta um. Tó eru siðir eitt bindilið
millum tað, sum hevur verið, og tað, sum nú er. Siðirnir, forfedrarnir høvdu,
hava verið við til at mynda tað samfelagið, vit nú liva í, bæði verðsliga og
trúarliga. Tað, at siðir hava livað ættarlið eftir ættarlið, kann vera ein tryggleiki.
Siðir kunnu verða knýttir at trúarlívinum. Tá er tað í kirkjuni ella samkomuni,
at siðirnir verða avgjørdir ella allýstir. Tað nýtist ikki at vera so sjónligt, hvørjar
siðir ein samkoma hevur, men meira sum ein lívsstílur, eitt nú at virða tey
gomlu, at hjálpa til við ymiskum uppgávum, ella mørk fyri, hvussu vit bera
okkum at.
Siðir kunnu eisini vera knýttir at familjulívinum. Tá er tað familjan, ið ger av,
hvørjar siðir, tey vilja hava.
At hava eina siðvenju ger, at fólk kenna seg hoyra til, antin tað so er í familju
ella samkomu. Tað kennist eisini heimligt, tá vit koma til onnur, sum hava
somu siðvenju, sum vit. Um vit vitja aðrar samkomur, leggja vit til merkis,
hvat líkist, og hvat brýtur frá okkara egnu siðvenju.
Á páskum og á jólum sæst best, hvørjar siðir fólk hava. Tey festu hava okkurt
ávíst, tey plaga at gera. Tað kann vera okkurt, sum tey hava gjørt í sínum
barnaheimi, ella tey kunnu velja sær aðrar siðir, tá tey seta búgv.
Siðir og broytingar
Við siðum er tað so, at tað kann vera ein ávísur vandi, at vit halda siðir av
vana. Tað kann eisini henda, at siðir forða okkum í at ganga aðrar leiðir enn
tær siðbundnu.
Sjálvt um vit liva í eini modernaðari tíð, so ber ikki til onga siðvenju at hava.
Fólk vilja helst altíð hava okkurt, sum skapar samleika við onnur. Tað kann
vera, at siðvenjur skifta títtari nú á døgum.
Eitt mugu vit gera okkum greitt, at siðvenjur altíð fara at verða fyri broytingum,
og at tað kann kennast sum eitt álop, tá tað hendir.