77
Samandráttur
• Gudstænasta er kristin samkoma eftir fastari
skipan
• Hámessan er felags samleikin hjá fólkakirkjuni
• Fasta skipanin inniheldur Bíbliuna, játtanar-
ritini, ritualini, sálmar og sálmaløg
• Gudstænastur kunnu vera ætlaðar serligum
málbólkum
• Gudstænastur kunnu vera um ávís evni
• Fólkakirkjan hevur tvey sakramenti, dóp og
altarborð
Spurningar
1. Hvør munur er á Ápostolsku trúarjáttanini og
Nicensku-konstantinopolitiansku trúarjáttanini?
2. Kannið eftir á heimasíðum hjá kirkjum, hvørji
tiltøk tær hava, og hvørjum málbólkum tiltøkini
eru ætlað.
3. Kannið eftir á heimasíðum hjá samkomum, hvørji
tiltøk tær hava, og hvørjum málbólkum tiltøkini
eru ætlað.
4. Líkjast hesi tiltøk, ella er munur á teimum?
Á hvønn hátt?
Hvussu arbeiðast kann við 12. kapitli:
• Tosa um, hvat ein gudstænasta er.
• Hvørji sløg av gudstænastum kenna
næmingarnir?
• Býta fokkin í bólkar. Skipa eina gudstænastu um
líknilsið “Hin miskunnsami sámariubúgvin”,
Luk 10,25-37
• Velja 3 sálmar, skriva eina stutta bøn og
eina stutta tøkk. Hetta kann vera lagt fram í
fokkinum.
• Gera líknandi venjing við øðrum kendum
tekstum. Tað ber eisini til at velja okkurt úr
Gamla Testamenti.