Page 78 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
78
Frá fyrstu tíð
Tað var á hvítusunnu, tá heilagi andin kom yvir ápostlarnar, at grundstøðið
undir kirkjuni varð lagt. Tað var ein gudstænasta undir opnum himli, og 3000
fólk tóku við trúgv.
Tær fyrstu samkomurnar høvdu ongar kirkjubygningar, men hildu gudstæn­
astu heima hjá hvørjum øðrum, men tíðliga í tíðini fóru menn at byggja kirkjur.
Jødar hildu høvuðsgudstænastuna sabbatsdagin, sum var leygardagur, men
tey kristnu valdu at halda sína høvuðsgudstænastu sunnudag, tann dagin
Jesus reis upp.
Dópur og kvøldmáltíð høvdu stóran týdning. Tað hava tey enn í dag, bæði hjá
fólkakirkjuni og øðrum samkomum.
Høvuðstekstirnir hjá teimum fyrstu kristnu vóru úr Gamla Testamenti, men
við tíðini komu brøv og annað afturat, til Nýggja Testamentið varð savnað um
ár 400. Bøn og lovsangur hoyrdu eisini til eina gudstænastu.
Leisturin, sum verður nýttur til gudstænastu í dag, líkist tí forna leistinum. Tó
eru trúarjáttanir komnar, og bønir og aðrir tekstir eru nýggjari.
Lutherska kirkjan byggir á fmm trúarrit, trý økumenisk, tað er tey trúarrit,
ið fest øll kirkjusamfeløg taka undir við og byggja á, og tvær serlutherskar
játtanir.
Ápostolska trúarjáttanin
Ápostolska trúarjáttanin er elsta trúarjáttanin hjá fólkakirkjuni. Hon hevur
fngið sítt heiti eftir ápostlunum, men er sprottin úr fornkirkjuligum orðing­
um. Sína núverandi orðing fekk játtanin helst eftir 4. øld. Trúarjáttanir, líkar
hesari, fara langt aftur í tíðina, kanska heilt aftur í 2. øld. Í ápostolsku trúar-
játtanini stendur tað grundleggjandi í kristnu trúnni. Hon verður brúkt til
vanliga gudstænastu, dóp og konfrmatión.
Nicenska-konstantinopolitianska trúrajáttanin
Tann nicenska-konstantinopolitianska trúarjáttanin er eitt sindur yngri. Hon
er frá um ár 325. Tá orðaðu kirkjuleiðarar úr øllum heiminum eina felags
játtan, sum allir kundu taka undir við. Henda játtan verður eisini nýtt í
fólkakirkjuni av og á.
Athanasianska trúarjáttanin
Athanasianska trúarjáttanin varð orðað um ár 435 eftir kjak um, hvussu trí­
eindin skuldi skiljast.
Augsburgsa trúarjáttanin
Augsburgsa trúarjáttanin varð orðað av Philip Melanchton í 1530. Í henni eru
greinir um luthersku trúnna
Luthers lítla katekismus
Luthers lítla katekismus kom fyrstu ferð út undir reformatiónini í 1529. Her
greiddi Luther í einføldum orðingum frá kristnu læruni, so øll fólk skuldi
skilja tað.