79
Samandráttur
• Flest allar bøkur í Bíbliuni nevna einglar
• Bert tveir einglar í Bíbliuni eru nevndir við navni
• Verndareinglar hava ein serstakan týdning fyri
mong menniskju
• Í myndlist hava einglar verið vístir á ymiskan
hátt gjøgnum tíðirnar
• Bæði í bókmentum, sálmum og sangum hoyra vit
um einglar
Uppgávur
• Veljið frásøgn úr Bíbliuni, har eingil vitjar, og
gevið eina lýsing av hendingini.
• Veljið mynd/málning av eingli/um og greinið.
• Finnið og lýsið einglar í útlendskum ella
føroyskum sangum.
• Vísið í myndlist, við yrking ella á annan hátt
tykkara fatan av einglum.
• Gerið framsýning av arbeiði tykkara.
• Finnið fram hendingar, ið lýsa, at ein hægri
makt ella kanska verndareingil var til staðar.
Hvussu arbeiðast kann við 13. kapitli:
Skipa fokkin í bólkar, ið hvør viðger nakað av tí, ið
Bíblian sigur um einglar.
Dømi um skriftstøð í Bíbliuni, ið nevna einglar
• Gabriel,
Luk 1,19,26
• Mikael,
Op 12,7, Jud 9
• Verndareinglar,
Matt 4,11, Matt 26,53,
Luk 22,43, Hebr 1,14
• Teir eru Guds heilagu synir,
1. Mós 28,12,
Job 38,7, Áp 10,22, Hebr 1,6
• Hvussu teir síggja út,
Matt 28,3, Mark 16,5,
Joh 20,12
• Teir hava veingir, Jes 6,2, Ezek 1,6
• Teir eru óteljandi,
Dán 7,10, Matt 26,53,
Hebr 12,22, Op 5,11
• Einglar í menniskjalíki,
Mark 16,5, Áp 1,10
• Vandir upp hjá Gudi – fngið vald og mátt,
Sálm 103,20, Matt 28,2, 1. Tes 1,7, 2. Pæt 2,11
• Tó ikki alvitandi,
Matt 24,36
• Bíblian umtalar eisini djevulsins einglar og
óndar andar,
Jes 34,14, Ef 2,2, Ef 6,12
• Óndu andarnir vórðu avvápnaðir við Jesu deyða
á krossinum,
Kol 2,15