80
Einglar
Orðið eingil merkir sendiboð og verður eisini onkuntíð nýtt um menniskju, ið
eru sendiboð. Teir verða oftast myndaðir við ymiskum í hondini, ið hóskar til
teirra leiklut sum boðberar, hetta kann t.d. vera eitt skjal.
Sambært Bíbliuni eru einglar andar, eins og Gud eisini er ein andi,
Sálm104,4,
Jóh 4,24
Talið av einglum í himli er sera stórt, ja, í milliónatali
Op 5,11,
og allir eru teir
avrekskappar,
Sálm 103,20
Hóast einglarnir eins og menniskju eru sermerktir og hava ein frían vilja, hava
teir ikki fyrst livað sum menniskju. Gud skapti í veruleikanum einglarnar,
langt áðrenn menniskjað varð skapt – ja áðrenn jørðin varð skapt.
Tá ið Gud talaði við Job, spurdi hann:
Hvar vart tú, tá ið eg legði grundvøll
jarðarinnar…meðan allar morgunstjørnurnar fegnaðust, og allir synir Guds rópaðu
av gleði?
Av tí at Gud hevur skapt einglarnar, verða teir nevndir synir Guds,
Job 38,4-7
Verndareinglar
Í 1600-talinum kom fram hugmyndin um, at til eru verndareinglar, ið ansa
eftir hvørjum einstakum menniskja. Henda hugsan tekur støði í tí, Jesus sigur
um børnini:
Síggið til, at tit ikki vanvirða eitt einasta av hesum smáu; tí eg sigi
tykkum, at einglar teirra í himlunum altíð skoða ásjón faðirs míns, sum er í himlu-
num,
Matt 18,10
Onnur skriftstøð um verndareinglar
Jesus og Sátan,
Matt 4,11, Matt 26,53
Jesus í Getsemane,
Luk 22,43
Tænandi andar,
Hebr 1,14
Verndareinglar hava altíð verið teir best umtóktu av øllum einglum. Serstakliga
í 1800-talinum vóru myndir av verndareinglum vanligar. Tær kendastu
myndirnar eru helst, at vit síggja ein eingil fylgja einum barni ella kanska
báðum tveimum, har tey ganga um vandamikla brúgv, og áin fossar undir
teimum. Ella tey ganga ytst á einum bakka, har bratt er niðurfyri. Eisini sást
eingilin standa við seingina hjá sovandi barni. Verndareingilin kemur eisini
fyri í feiri kvøldsálmum.
Nú letist aftur eyga mítt,
men Guð, títt ljós lat lýsa blítt,
tín sterka, góða verndarvong
tú breiði yvir mína song
Jákup Dahl 1925
Verndareingilin umboðar tað, sum fyri mong, kann koma sum ein óvæntað
fráboðan, kanska í dreymi, ella sum hjálp í torførum støðum. Onkur vil vera
við, at tá ið eitt barn smílist í svøvni, er tað ein eingil, ið tosar við tað.