Page 81 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
81
Kap. 13 - Einglar
Nærdeyði
Fleiri, ið hava verið í sokallaðum nærdeyða, t.d. verið úti fyri ferðsluvan-
lukku, har talan hevur verið um lív ella deyða, kunnu greiða frá, at tey hava
sveimað uppi yvir staðnum, har kroppur teirra hevur ligið, og hava kunnað
fylgt við øllum tí, ið fór fram. Hetta sama hava fólk, ið hava fngið álvarsama
skurðviðgerð, eisini upplivað.
Tá ið tey so seinni eru komin fyri seg og hava fngið at vita, hvussu støðan
var, og hvat gjørt varð fyri at bjarga lívi teirra, hevur alt verið júst so, sum tey
sjálv upplivdu støðuna. Spurningurin er so, um tey hava verið ávegis burtur í
annan stað at búgva.
Í okkara siðvenju liggja eisini hugsanirnar um, at tá ið vit doyggja, gerast vit
einglar. Hetta kemur fram í søguni “Eingilin“ hjá H.C.Andersen.
Arbeiðsuppgávur hjá einglum
Vísa seg í dreymi
Flýggjanin til Egyptalands
Ein eingil sýndi seg fyri Jósef í dreymi og bað hann fara til Egyptalands við
Mariu og Jesusbarninum, tí Heródes kongur hevði ætlanir um at beina fyri
Jesusi. Tey gjørdu eftir boðunum og vórðu verandi í Egyptalandi, til ein eingil
aftur vísti seg fyri Jósef í dreymi og segði, at nú var trygt at fara heim aftur.
Jákupsstigin
Tá ið Jákup, sonur Ísaks og Rebekku, rýmdi, eftir at hann hevði lumpað
pápan at geva sær vælsignilsi, sum var ætlað beiggjanum Esavi, legði hann seg
eitt kvøldið at sova við einum steini undir høvdinum.
Tá droymdi hann ein stiga so breiðan sum einar trappur. Stigin røkk líka upp
til himmals, og einglar Guds gingu upp og niður gjøgnum stigan, og ovast
stóð Gud.
Jákup var vissur í, at hesin staður var heilagur. Hann tók steinin, reisti hann
upp, helti olju yvir hann. Hann nevndi staðin Betel, ið merkir guds hús,
1.
Mós 28,10-22
Bjarga úr vanda
Sódoma og Gómorra
Í 1. Mós 18-19 hoyra vit um Ábraham, ið fær vitjan av tveimum einglum.
Hesir einglar boða frá, at býirnir Sódoma og Gómorra eftir ætlan verða lagdir
í oyðu. Fólkið livdi ikki eftir Guds vilja. Ábraham royndi at gera sítt til at so
ikki skuldi verða. Men einastu íbúgvar, ið funnu náði í eygum Guds vóru
bróðursonur Ábrahams, Lot, og húski hansara. Gud hjálpti honum, konuni og
báðum døtrunum úr Sódoma. Hóast tey høvdu fngið at vita, at tey ikki máttu,
hugdi kona Lots aftur um bak og varð til ein saltstólpa.