82
Pætur í fangahúsinum
Tey fyrstu kristnu vóru ikki væl dámd. Ein av teimum, ið fekk hetta at merkja,
var Pætur ápostul. Hann var tveittur í fangahús. Har vóru átta mans, ið hildu
vakt yvir Pæturi.
Náttina fyri hann skuldi fyri rættin, svav hann leinkjaður fastur ímillum
tveir vaktarmenn, meðan tveir hermenn stóðu vakt við dyrnar. Brádliga kom
ein eingil, bjart ljós skein uttan um hann. Eingilin vakti Pætur og bað hann
skunda sær upp, lata seg í sandálurnar og kappan og koma við sær. Í tí sama
fullu leinkjurnar av Pæturi, og hann var leysur. Tað var, sum droymdi Pætur,
men teir gingu spakuliga fram við vaktarmonnunum, og portrið fór upp av
sær sjálvum.
Tá ið teir komu út á gøtuna, hvarv eingilin, og Pætur var einsamallur. Hann
skilti nú, at hetta var ikki nakar dreymur, men at Gud hevði bjargað honum.
Um morgunin var illa vorðið hjá vaktarmonnunum. Teir kundi ikki greiða frá,
hvat hent var, og Pætur var ongastaðni at fnna. Endin var, at Heródes kongur,
ið hevði givið boð um at taka Pætur, læt vaktarmenninar taka av døgum,
Áp 12
Vera boðberar
Sonur Sakarias
Presturin Sakarias og konan Elisabet áttu einki barn, og nú vóru tey farin
at eldast. Ein dagin Sakarias var staddur í templinum í Jerúsalem, í tí allar
heilagasta, har hann var valdur at ofra roykilsisoffur, stendur ein eingil
framman fyri honum. Sakarias gjørdist so skakkur, at hann datt afturav. Men
eingilin talaði blídliga við hann:
Eg eri Gabriel, eg eri komin frá Harranum at
bera tær góð tíðindi.
Eingilin segði, at Sakarias og Elisabet skuldu fáa ein son, Jóhannes, ið skuldi
bera eydnu og frið í heimin. Sakarias ivaðist, um hetta kundi lata seg gera.
Men eingilin talaði tá meira avgjørdur við hann og segði:
eg eri eingil komin frá
Gudi, Gud hevur sent meg at bera tær hesi tíðindi.
Afturfyri at Sakarias var so tortrúgvin, segði eingilin, at hann skuldi vera
málleysur til tað var hent, ið boðað var,
Luk 1
Uppreisnin
Jesus var krossfestur, deyður og lagdur í eina tóma grøv, ið var høgd inn klettin
og steinur var rullaður fyri munnan.
Morgunin eftir kom Maria Magdalena út til grøvina, men steinurin var veltur
frá, og Jesus var ikki har. Maria græt, hon helt, at onkur hevði stolið Jesu
likam.
Brádliga sá hon tveir einglar sita har, ið Jesus hevði ligið. Teir spurdu hana, hví
hon græt. Hon segði, at hon helt, at onkur hevði tikið Jesus. Men tá sá hon ein
mann standa í hálvamyrkrinum, hon kendi hann ikki í fyrstuni, men tað var
Jesus. Hann bað hana fara og siga frá, at hon hevði sæð hann, og hon so gjørdi.