83
Jesus freistaður
Eftir at Jesus var doyptur, var hann í fjøruti dagar úti í oyðimørkini, har hann
fastaði og bað. At enda var hann útmaktaður í hungri. Tá var tað, at djevulin
kom og royndi á ymsan hátt at freista hann.
Men Jesus lat seg ikki freista!
Far frá mær Sátan, rópaði hann, vit eiga bara at
tilbiðja Gud!
. Tá fór djevulin frá honum, og einglar komu av himli at hjálpa
Jesusi.
Syngja lovsong
Jesaja profetur
Ein dagin Jesaja var staddur í templinum, sá hann eina sjón. Hann sá Gud sita
í hásæti sínum. Kring hann sveimaðu seráfar. Hvør teirra hevði seks veingir,
við tveimum goymdu teir andlitið, við tveimum goymdu teir føturnar og við
tveimum sveimaðu teir, og teir sungu
Heilagur, heilagur, heilagur er Harrin
. Ein
seráfur tók eina glóð av altarinum og nam við varrarnar á Jesaja við glóðini:
Nú
er misgerð tín burtur og synd tín fyrigivin.
Og Jesaja varð sendur út at prædika
fyri fólkinum,
Jes 6,3
Jóhannesar opinbering talar eisini um lovsong. Kapittul 4 umtalar lovsong til
Guds, og kapittul 5 umtalar lovsong til lambið.
Jóhannesar opinbering
Á oynni Patmos var ápostulin Jóhannes úti fyri einari sjáldsamari hending.
Hann bæði hoyrdi rødd Jesusar og sá hann í skyggjandi ljósi á luftini. Hann
sá eisini opnar dyr á himmalinum og Gud sita í hásæti av gimsteinum. Og
rundan um hásætið var ælabogi, ið líktist smaragdi. Um hásætið sótu 24 elstar
í hvítum klæðum og við gullkrúnu á høvdinum. Rundan um hásætið vóru
fýra verur við seks veingjum og við eygum bæði aftan og framman. Fyrsta
veran var lík leyvu, onnur lík oksa, triðja hevði andlit sum menniskja og tann
fjórða veran var lík ørn. Øll sungu takkarsangir og lovsangir, og samstundis
var sangur frá nógvum túsund einglum at hoyra,
Op 5,11-12
Ezekiel og evangelistarnir
Hildið verður, at tað var kirkjufaðirin Irenæus (uml.130–202 e.Kr), ið fann uppá
at seta samband ímillum hesi fýra andlitini og teir fýra evangelistarnar, so tey
hóskaðu til innihaldið í teimum fýra evangeliunum. Seinni býtti kirkjufaðirin
Hieronimus (340-420) eitt sindur um upp á ímyndirnar, soleiðis at Matteus
fekk menniskjaandlitið sum ímynd, Markus leyvuandlitið, Lukas oksaandlitið
og Jóhannes arnarandlitið. Soleiðis kenna vit ímyndirnar enn dagin í dag, og
eru tær at fnna í mongum kirkjum. Ímyndirnar eru at fnna á snar.fo/kristni8
Vera vaktarmenn
Dánjal í leyvuhellinum
Dárius kongur hevði gjørt Dánjal til mætasta mann í ríkinum næst kongi.
Hinir høvdingarnir gjørdust øvundsjúkir og hugsaðu bara um, hvussu teir
kundu fella Dánjal.
Kap. 13 - Einglar