84
Teir fngu Dárius kong at geva boð um, at í tretivu dagar skuldi eingin biðja
til nakran gud, men bara til kongin. Tann, ið ikki helt hesi boð, skuldi verða
kastaður fyri leyvurnar.
Dánjal frætti eisini um hesi boð, men, eins og hann var vanur, helt hann á at
biðja tríggjar ferðir um dagin við opna vindeygað, ið vendi ímóti Jerúsalem.
Tungur um hjartað mátti Dárius kongur halda tað, hann hevði lovað.
Men Harrin sendi eingil sín at standa undir liðini á Dánjali í leyvuhellinum, og
leyvurnar nurtu hann ikki.
Men kongur gav boð um, at allir teir, ið roynt høvdu at beina fyri Dánjali,
skuldu kastast í leyvuhellið. Og leyvurnar skræddu teir sundur.
Dømi um kerúbar á vaktarhaldi fnna vit í frásøgnunum um
Urtagarðin Eden,
1. Mós 3,24
Jerúsalem verður lagdur í oyði,
Ezek 10
Kerúbar
Hildið verður, at orðið kerúbar vísir á teir veingjaðu vaktararnar við manna
høvdum á tarva- og leyvukolossum, ið á assýriskum máli nevnast kurub. Hesir
vóru ofta at síggja við inngongdina til babylónsk og asýrisk tempul.