Page 85 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
85
Tey níggju einglakórini
Í apokrýfunum og øðrum skriftum, ið ikki komu við í ta Bíbliu, vit kenna,
er væl meira at fnna um einglar. Luthersk-evangeliska kirkjan leggur ikki so
stóran dent á hetta evnið, men tó hava myndlistin, kirkjan og fólkið gjøgnum
tíðirnar altíð verið upptikin av hesum skapningum.
Frá fornkirkjuni kom ynskið um at fnna skil á teimum ymsu sløgunum
av einglum í Bíbliuni. Um ár 500 kom ein bóklingur ”Um ta himmalsku
tignarskipanina” – valdstigan, sum ein, ið varð sagdur at eita Dionysios
Areopagites, hevði skrivað. Her kemur fyri fyrstu ferð fram læran um tey
níggju einglakórini. Henda læra gjørdist galdandi fyri eftirtíðina.
Dionysios býtir einglarnar í tríggjar partar, við trimum einglaraðsetingum í
hvørjum, so tað eru níggju einglabólkar ella einglakór.
1. Einglar nærmast Guði tróneinglar, kerúbar og seráfar
2. Miðbólkurin
myndugleikar, herskarar og kreftir
3. Undirbólkurin
einglar, høvuðseinglar og maktir
Tá ið Gregor tann stóri var pávi (590-604) var henda einglaskipan galdandi
í kristnu verðinsmyndini. Tó tekur Gregor og býtir eitt sindur um upp á
raðfylgjuna hjá Dionysiosi og koyrir tríbýtið burtur. Nú sær myndin soleiðis út.
1. Seráfar
2. Kerúbar
3. Tróneinglar
4. Herskarar
5. Maktir
6. Myndugleikar
7. Kreftir
8. Høvuðseinglar
9. Einglar
Nakað av umbýti sást seinni í miðjuni av raðfestingini, men tó er stórt sæð
semja um ovastu og niðasti røðini. Teir einglar, ið eru hægst í raðnum, hava
einki við menniskju at gera, meðan lægri í raðnum teir eru, tess meira hava
teir við menniskju at gera.
Seráfar og kerúbar hava eina langa forsøgu og hildið verður, at teir, av tí at tveir
profetar hava teir við í sínum opinberingum, hava fngið tey fremstu plássini
í einglaraðnum.
Hvussu einglar síggja út, og hvønn leiklut teir annars hava, verður í høvuðs­
heitinum latið upp til málningalistina at avgera.
Kap. 13 - Einglar