87
Samandráttur
• Menniskjað er skapað í Guds mynd, og øll eiga at
hava somu rættindi
• Hugtakið mannarættindi hevur verið at hoyrt í
feiri hundrað ár
• Danska grundlógin frá 1849 verjir rættindini hjá
føroyingum
• Í 1945 varð ST, Sameindu Tjóðir, sett á stovn
• Heimsyvirlýsingin um mannarættindi kom í gildi
í 1948
• Sáttmálin um barnarættindini kom í gildi í 1979
• Flestu menningarlond eru í Suðuramerika, Afrika
og Ásia
• Reyði Krossur varð settur á stovn í 1863
• Neyðhjálp Fólkakirkjunnar byrjaði arbeiði sítt í
1922
• Amnesty International varð stovnað í 1961
Uppgávur
• Viðgerið greinirnar í mannarættindayvirlýsingini.
• Viðgerið greinirnar í sáttmálanum um barna
rættindini.
• Er nakað í hesum báðum rættindasáttmálum, ið
ikki er komið upp á pláss her hjá okkum?
• Leitið fram blaðgreinir um mannarættindi og
viðgerið tær.
• Greiðið frá øðrum hjálparfelagsskapum, ið tit
kenna.
• Kannið á heimasíðuni hjá Neyðhjálp
Fólkakirkjunnar ella hjá øðrum hjálparfelags
skapum, hvat fæst fyri innsavnaða peningin.
• Hvat er tað, sum fær fólk at fara undir hjálpar
arbeiði?
Hvussu arbeiðast kann við 14. kapitli:
1. Hvat liggur í hesum orðatøkum:
Eingin fer væl av tí, at annar fer illa
Betri er bøtandi hond enn spillandi tunga
2. Viðgera sangin ”Verð fyri øll” á bls. 157 í
næmingabókini
3. Viðgera sangin “Til vildar øllum kann eingin
gera” og fnna dømi úr gerandisdegnum