Page 88 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
88
Til vildar øllum kann eingin gera
1. Til vildar øllum kann eingin gera,
tað er nú gamalt og vil so vera.
Eg haldi, altíð tað roynist best
at hjálpa har, sum tað treingir mest.
2. Um best tú bryggjar og roynir baka,
tó onkur er, sum vil fegin vraka,
tá so tann eini at rópa fer,
so rópa brátt bæði Páll og Per.
3. Ja, mangir dómarar vilja vera,
at øllum fenna, men einki gera;
og lýti fnna teir víða hvar,
men sjálvir einki teir kunnu sær.
4. Og mong tey eru, sum stúrin ganga,
eitt hánsorð fær tey at halla vanga.
Tey skuldu tikið tað meira lætt,
tað kundi hent, at tey høvdu rætt.
5. Spyr aldri um, hvat tey festu halda!
Mót rætt og sanning má einki valda.
‘Tað ræður lítið um tungt og lætt,
tað ræður meira um rangt og rætt.
Ivar Aasen
Nyholm Debes týddi