89
Kærleiksboðið
Eyðkennið fyri Nýggja Testamenti er, at Jesus heldur hondina yvir teimum, ið
á ein ella annan hátt eru fyri atfnningum ella standa í andgletti.
Kristni átrúnaðurin leggur áherðslu á, at vit skulu taka hond um tey, ið eru veik,
og hjálpa fátækum. Kristna siðalæran tekur støðið í stóra kærleiksboðnum:
Tú
skalt elska næsta tín sum sjálvan teg,
Matt 22,39
Tað stóra kærleiksboðið er samstundis ein stuttur samandráttur í kristnu
siðalæruni, sum eisini kemur til sjóndar í tí, vit nevna hin gylta reglan:
Alt tað,
sum tit vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum,
Matt 7,12.
Kærleikin til Guds er grundarlagið undir kristindóminum, og í hesum liggur
eisini at gera tað góða, ið er vilji hansara. Tí vantar næstakærleikin, verður
kærleikin til Guds bert tóm orð.
Í evangeliunum og serstakliga í fjallaprædikuni sæst greitt, at Jesus setir tað
einstaka menniskjað í miðdepilin og vísir á, at hvørt einstakt menniskja hevur
virði.
Í hesum sambandi kunnu vit taka fram frásøgn hansara um tann burturmista
seyðin.
Hin góði hirðin eigur hundrað seyðir. Tá ið hann varnast, at ein seyður er ikki í
fylginum, fer hann til fjals at leita eftir tí burturmista seyðinum. Tá ið hann fnnur
hann, fer hann heim aftur glaður og eydnuríkur. Hann er glaðari um, at seyðurin,
sum var burturmistur, er funnin aftur, enn um hinar níggju og níti, sum ikki vóru
burturmistir. Tí tað er vilji Guds faðirs okkara, at ikki ein tann einasti skal farast,
hvussu vesalligur hann so er.
Vit kunnu tí siga, at nógv av Jesu boðskapi setir einstaka menniskjað í
miðdepilin á sama hátt sum mannarættindasáttmálin. Tó kunnu vit ikki
javnseta hesi bæði, tí mannarættindasáttmálin tekur ikki beinleiðis støði í
kristindóminum. Sáttmálin skal kunna vera í gildi í øllum londum, uttan mun
til, hvønn átrúnað íbúgvarnir leggja høvuðsdent á.
Mannarættindi
Hugtakið mannarættindi er ikki nýtt í søguligum høpi. Fyri meira enn 2500
árum síðani hoyra vit um, at krøv vóru frammi í grikskum býum, at allir
íbúgvar áttu at hava ávirkan á samfelagsmál og taka avgerðir í teimum. Sum
støðan var, høvdu konufólk, trælir og útlendingar ongan avgerðarrætt.
Úr teimum griksku samfeløgunum breiddi hugsanin um fólkaræði seg víðari
um Vesturheimin.
Kap. 14 - Mannarættindi