Page 90 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
90
Í miðøld hevði kirkjan stórt vald í samfelagnum. Sagt varð, at kongur hevði
fngið sítt veldi frá Gudi, og tey rættindi, fólkið hevði, hevði Gud givið teim­
um. Tað var eftir kirkjunnar læru, at skilt var ímillum rangt og rætt.
Í 1215 var í Bretlandi undirskrivað eitt frælsisbræv kallað Magna Carta. Hetta
frælsisbræv hevur verið grundarlagið undir mongum lógum, sum eru gald­
andi í Bretlandi. Í hesum skjali stendur, at rættindi, sum bara hava verið
galdandi fyri kong, nú eisini skuldu vera galdandi fyri aðalin. Hetta var eitt
stig á vegnum til størri frælsi, og skjalið stuðlar stríðnum ímóti kúgan og fyri
manna­rættindinum.
Í 16. og 17. øld viknaði valdið, ið kirkjan hevði havt, og tað sama var galdandi
fyri ta ávirkan, hon hevði havt á mannahugsanina. Heimspekingar hildu, at
markið ímillum rætt og rangt var ein náttúrulóg, sum var alheimslig og var
galdandi fyri øll menniskju.
Í Amerikanska Frælsisbrævinum frá 1776 verður m.a. sagt:
Øll fólk eru skapt
líka
. Í fronsku kollveltingini í 1789 vóru herrópini:
Javnaður, frælsi og brøðralag
.
Javnrættindi fngu tó ikki øll. Fólk vórðu deyðadømd og avrættað. Enn var
eisini trælahald. Fátækrafólk og kvinnur høvdu ikki valrætt.
Stríðið fyri mannarættindum helt støðugt fram. Danska grundlógin, sum eisini
er galdandi í Føroyum, hevur síðan 1849 havt viðtøkur, sum verja borgaranna
rættindi.
Higartil hevði verið kjakast um politisku rættindi einstaklinga. Men so mentist
ídnaðurin, og tað, sum vanliga verður kallað ídnaðarkollveltingin, gjørdist
veruleiki.
Bardagin at bøta um fólksins almennu og fíggjarligu kor kom serliga til sjóndar
í hesum sambandi, og t.d. kann nevnast tann russiska kollveltingin í 1917, har
fjøldin í samfelagnum kravdi at vera við at mynda tað samfelag, tey skuldu
liva í.
Seinasta øld var merkt av tveimum heimskríggjum. Í hesum báðum orrustum
var mannfallið so stórt sum ongantíð fyrr. Ímillum kríggini bæði var álvarslig
fíggjarkreppa, hart stríð fyri almennum rættindum, og týska jødajagstranin,
sum tá var, bar boð um, at tryggleiki og grundleggjandi rættindi vóru ikki
sjálvsøgd. Seinni heimsbardagi endaði við, at kjarnorkubumban var nýtt.
Hesi kríggini vístu, at tann menniskjaligi missurin var so stórur sum ongan­
tíð áður, og at vápnaða ósemjan hevði fngið heimsumfatnadi avleiðingar.
Heimssamfelagið viðurkendi, at okkurt mátti gerast.
Í teirri vón at forða fyri, at ósemjur aftur skuldu fáa so ógvisligar avleiðingar
sum Seinni heimsbardagi, var felagsskapurin Sameindu Tjóðir stovnaður 24.
oktober í 1945.
Felagsskapurin vildi tryggja, at grundleggjandi mannarættindini verða vird.
Hesi rættindi vóru staðfest í Heimsyvirlýsingini um mannarættindi frá 1948.