91
10. desember er settur at vera altjóða mannarættindadagur.
Á www.snar.fo er væl av tilfari at fnna um mannarættindi.
Sameindu Tjóðir
Stytting fyri Sameindu Tjóðir er ST. Á donskum kallast felagsskapurin
Forenede Nationer, FN, á enskum United Nations, UN.
ST hevur fýra aðalmál
• At verja friðin og trygdina í heiminum
• At eggja londunum til rættvísi
• At stuðla og menna samstarvið landanna millum
• At virka sum stovnur, har heimsins lond kunnu samstarva til tess at røkka
settum málum
Øll limalond taka undir við grundsjónarmiðunum um, at allar ósemjur teirra
millum skulu verða loystar friðarliga, og at tey skulu ikki fara fram við hørðum
ímóti øðrum londum uttan í sjálvverju. Nú á døgum eru næstan øll sjálvstøðug
lond í heiminum limir í ST.
Dótturfelagsskapir hjá ST
ILO
- International Labour Organization. Hetta er ein altjóða verkamanna
felagsskapur, ið ásetur millumtjóða sáttmálar viðvíkjandi arbeiði og arbeiðs
umstøðum í teimum ymsu limalondunum. Alheimsgerðingin ger eisini sítt til,
at brúk er fyri einum altjóða støði, ið verjir allar partar á arbeiðsmarknaðinum.
UNESCO
- United Nations Educational, Scientifc and Cultural Organization.
Hetta er felagsskapur fyri undirvísing, vísindum og mentan. Endamálið við
felagsskapinum er at menna útbúgving, gransking og mentan og at fremja
samstarv á hesum øki í øllum limalondum.
UNICEF
- The United Nations Children’s Fund, Barnagrunnur Sameindu
Tjóða. Hesin grunnur varð settur á stovn í 1946 at hjálpa børnunum í krígs
rakta Evropa. Nú arbeiðir UNICEF við at geva børnum sømilig kor í fátækum og
tilafturskomnum londum, t.d Latínamerika, Afrika og Ásia. UNICEF-grunnurin
arbeiðir serliga við heilsuviðurskiftum, ímóti herviligastu barnasjúkunum.
WFP
- World Food Programme, Matvørufelagsskapur Sameindu Tjóða, varð
settur á stovn í 1963.
Høvuðsendamálið er at
• Bjarga mannalívum og at verja nærsamfeløg í neyðstøðum
• Tálma hungursneyð og fyribyrgja vanlukkum
• Byggja uppaftur eftir vanlukkur v.m.
• Avmarka talið av menniskjum, ið verða rakt av áhaldandi hungri og
føðslutroti
• Hjálpa londum í arbeiði teirra at avmarka hungur, m.a. við at stimbra
staðbundna landbúnaðin
Kap. 14 - Mannarættindi