Page 92 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
92
WHO
– World Health Organization, Alheims heilsustovnurin. Hesin stovnur
leggur áherðslu á at betra livikorini, serliga í teimum londum, ið eru mest
tilafturskomin. Roynt verður at útbúgva læknar, at stríðast móti sjúkum og
smittukeldum, og í samstarvi við aðrar undirstovnar, til dømis UNICEF og FAO,
at skapa betri reinføri, útvega reint vatn og at arbeiða fyri matvørumenning.
Amnesty International
Amnesty International er heimsumfatandi mannarættindafelagsskapur, sum er
grundaður á Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um Mannarættindi frá 1948, og
aðrar altjóða góðkendar samtyktir um mannarættindi.
Felagskapurin varð stovnaður í 1961, tá enski sakførarin Peter Benenson las
eina grein um tveir portugisar, ið høvdu skálað fyri frælsi. Hendingin hevði við
sær tvey ára fongsulsrevsing.
Hetta fekk bikarið hjá Peter Benenson at fóta yvir. Hann setti greinina “The
forgotten prisoners” í blaðið “The Observer”. Greinin snúði seg um, hvussu
ósek fólk verða fongslað, pínd og avrættað vegna sannføring sína.
Peter Benenson heitti á lesararnar at luttaka í einum átaki “Appeal for Amnesty
1961”. Endamálið var at leggja trýst á stjórnir, ið framdu brot á mannarættindi.
Undirtøkan gjørdist so góð, at byrjanin til altjóða felagsskapin Amnesty
International var løgd.
Endamálið hjá Amnesty International er lýst í viðtøkunum, sum vóru
endurskoðaðar á ICM, altjóða aðalfundinum, í Dakar í august 2001.
Á altjóða heimasíðuni hjá Amnesty fnst nógv tilfar um mannarættindastøðuna
kring heimin. Á heimasíðan hjá Amnesty International, Føroya deild stendur
soleiðis:
Føroya deild ger eina árliga virkisætlan fyri virksemið hjá deildini við støði í
altjóða strategisku ætlanini.
Føroya deild hevur sett sær sum mál at
1. Varpa ljós á og upplýsa um mannarættindi (átøk, tiltøk, undirvísing,
undirvísingartilfar)
2. Upplýsa um mannarættindabrot, ið fara fram kring heimin (árliga
ársfrágreiðingin hjá altjóða felagsskapinum, frágreiðingar, tíðindi)
3. Halda eygað við mannarættindastøðuni í Føroyum
Amnesty International leggur stóran dent á, at øll menniskju kunnu hava
tey rættindini, sum staðfest eru í Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða og øðrum
altjóða viðurkendum samtyktum um mannarættindi.
Fyri at røkka hesum málum verða kanningar gjørdar fyri at staðfesta, hvussu
umstøðurnar eru í teimum ymsu londunum, og tiltøk verða sett í verk fyri at
steðga álvarsligum brotum á rættin til likamligt og sálarligt sjálvræði, skrivi-
og talufrælsið v.m.