Page 93 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
93
Hjálparfelagsskapir
Almennu Føroyar seta á hvørjum ári pening av til neyðhjálp. Játtanin er í
løtuni 500.000 kr.
Endamálið við játtanini er at veita neyðhjálp, tá ið vanlukkur brádliga
raka úti í heimi. Hjálpin verður vanliga latin gjøgnum sjálvbodnar
hjálparfelagsskapir, sum t.d. Reyða Kross og altjóða stjórnarfelagsskapir
sum t.d. Heimsmatvørufelagsskapin undir Sameindu Tjóðum, World Food
Programme.
Heilsumálaráðið, ið umsitur peningin til neyðhjálp, fær atgongd til upplýsingar
um, hvussu peningurin er nýttur gjøgnum ársfrágreiðingar og roknskapir hjá
felagsskapunum.
Men neyðhjálpin úr Føroyum er størri enn tað, tað almenna letur. Nógv fólk
lata av sínum eintingum pening, og vit hava feiri felagsskapir, sum gera eitt
stórt arbeiði at hjálpa neyðstøddum kring allan heim.
Á teimum ymsu heimasíðunum hjá hjálparfelagsskapum eru góðir møguleikar
at síggja, hvørjum arbeitt verður við.
Neyðhjálp Fólkakirkjunnar:
www.noedhjaelp.dk
Unicef:
www.unicef.dk
Dansk Flygtningehjælp:
www.fygtning.dk
SOS Børnebyerne:
www.sosbornebyerne.dk
ABC Barnahjálp:
www.barnahjalp.fo
Amnesti International, Føroya Deild:
www.amnesty.fo
Danmission:
www.danmission.dk
Menningarsamstarv
Ár 2007 samtykti løgtingið eina lóg um altjóða menningarsamstarv.
Henda lóg skal leggja lunnar undir føroyska luttøku í altjóða samfelagnum at
minka um búskaparliga ójavnan í heiminum.
Samstarvið kann fevna um fakliga ráðgeving og fíggjarligan stuðul av
verkætlanum í menningarlandi, har ætlanin er
• At skipa haldgóða fyrisiting,
• At fáa búskaparvøkstur og
• At tryggja sosial framstig
Til ber at lesa alla lógina á www.logting.fo
Kap. 14 - Manna­rættindi