Page 10 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Skapanarsøgur
Alt tað, vit vita um, hava fólk hugsað um, hvaðan alt er komið, og hvagar
alt at enda fer.
Allur átrúnaður hevur onkra frásøgn um, hvussu verðin varð skapt.
So at siga allar skapanarsøgur siga frá einari byrjan, alt byrjaði í einari
skapan.
Skapanarsøgurnar siga okkum, hvussu menniskju hava fatað alheimin.
Eins og tað nú í tíðini er nóg mikið at grunda yvir, soleiðis var eisini
fyrr í tíðini. Vit grunda bara ikki altíð yvir tað sama. Summar gátur eru
loystar, aðrar ikki. Viðhvørt eru nýggjar gátur at loysa, so hvørt vit fáa
størri vitan um okkurt.
Hvør tíð leggur sítt aftur at vitanini um tað skapta.
Vit kunnu býta skapanarsøgurnar í hesar bólkar
n
Skapan úr onkrum ítøkiligum, djórum, lutum ella fólki
n
Skapan úr náttúruni ella alheiminum, universinum
n
At alt kom so at siga av sær sjálvum við tíðini
n
Ein ella feiri skaparar skaptu alt
Skapanarsøgurnar hava livað á mannamunni, og eru so settar á prent
seint í tíðini. Tær siga frá, hvussu alt varð skapt, hvør skaparin var, og
hvør ræður skapanarverkinum.
Vert er at leggja til merkis, at søgurnar eru myndatala, tær siga frá
sambandinum millum menniskju og náttúru, og tær greiða ofta frá,
hvussu lívið eigur at livast, einum samfelagmynstri.
8
ítøkiligum · myndatala