Kap. 1 - Skapanarsøgur
Skapanarsøga úr India
Alheimurin varð skaptur, tá skapanargudurin Brahma
kom út úr gylta egginum, Hiranyagarbha. Tá Brahma
hevði ligið í egginum í eitt ár, býtti hann eggið í tvey.
Ovari parturin varð til Paradísið, og niðari parturin
varð til Alheimin. Millum hesar báðar partar varð
Brahmand, sum merkir víðkan. Hetta er ein partur,
sum støðugt víðkast.
Heimurin verður skaptur og oyðilagdur í eini ringrás,
Maha Yuga. Eftir túsund Maha Yuga vaknar gudurin
Vishnu, og upp úr nalvanum veksur ein vøkur lotus-
blóma. Úr blómuni kemur Brahma. Fyrst skapar
hann vatn, luft, vind, skýggj og jørð við fjøllum og
trøum.
Síðan skapar hann tíð, sum ein part av eini alheims-
skipan. Eftir tað skapar hann gudar, illar andar og
menniskju. Devlar skapar hann úr afturpartinum á
sær sjálvum, og úr restini av hesum likaminum skapar
hann myrkur, nátt, sum er fíggindi gudanna. So fer
Brahma í eitt nýtt likam. Úr høvdinum skapar hann
gudarnar, og restin av likaminum verður til ljós, dag.
Úr øðrum likamum skapar hannmenniskju, Rakshasa,
eitt slag av illum andum, sum kunnu vera í ymiskum
hami, slangur og fuglar.
Úr munninum skapar hann geitir, seyður kemur úr
bringuni, kýr úr maganum og hestar úr fótunum. Úr
ørmum og beinum koma onnur djór sum antilopur,
kamelar, esil og fílar. Úr hárinum kemur gras og
annar vøkstur.
Í eini aðrari søgu verður sagt, at Brahma fyrst
skapti eina ógvuliga vakra kvinnu av holdi sínum.
Hann forelskaði seg í henni, og til tess at hann altíð
skuldi síggja hana, skapti hann feiri høvd í allar ættir.
Frá faðir og dóttur kom manu, tað fyrsta menniskjað.
Sálin verður endurfødd feiri ferðir og kann taka
ymisk skap, sum planta, djór ella menniskja. Alt tað
skapta hevur eina sál.
Skurðmyndir av Brahma. Myndin er partur av einum porturstorni
við Minakshitemplið.
9
ringrás · hami · holdi