Page 12 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Skapanarsøga úr Grikkalandi
Runt um heimin feyt áin Okeanos, upphav gudanna
og upphav at øllum tí skapta. Okeanos var ikki einsa-
møll, har var eisini Tethys, móðir at øllum.
Fyrsti gudur var Gaia, móðir jørð. Áðrenn hon varð
fødd, var einki, bara eitt stórt tómt dýpi, Chaos ella
Kaos.
Gaia føddi kærleikan, Eros, sum ræður yvir huga-
num hjá bæði gudum og menniskjum. Síðan føddi
hon stjørnuhimmalin, Uranos, og havið, Pontos, og
skógir og fjøll.
Tómleikin, Chaos, føddi børnini Erebos, bølamyrkrið,
og Nyx, náttina.
Erebos og Nyx fáa Aither, himmalljósið, og Hemera,
dagin.
Gaia og Uranos vóru fyrsta gudaparið. Tey fngu
tólv børn, titanar, seks gentur og seks dreingir. Frá
titanum stava Helios, sólin, og Selene, mánin.
Soleiðis bar tað til, at Kosmos, ordan, varð skapt av
Kaos, ruðuleika.
Gaia og Uranos fngu eisini einoygdu kykoplarnar
og tríggjar jatnir, sum høvdu hundrað armar og
hálvtrýss høvd í part.
Móð av mongu barnsburðunum og einum harð-
rendum manni, Uranos, bað hon børnini hjálpa
sær. Bara tann yngsti, Kronos, hevði dirvi at hjálpa.
Gaia gav honum ein akurknív, at skera kynslimin av
Uranosi. Nú var hon ikki bundin at honum longur.
Kronos tók ræðið og varð heimsins fyrsti kongur.
Síðan jagstraði hann kykloparnar og jatnirnar langt
niður í undirheimin.
Kronus sker kynslimin av Uranosi, 16. øld, eftir Giorgio Vasari (1511-1574) og Cristofano Gherardi (1508-1556)
10
upphav · einoygdu · barnsburðunum · hevði dirvi