Page 13 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kap. 1 - Skapanarsøgur
Í fyrstuni, tá alt var myrkt, lá alt undir í vatni. Mbombo,
eisini nevndur Bumba, var einsamallur. Hann fekk ilt
í búkin og vildi spýggja. Hann spýði sólina, mánan og
stjørnurnar, og alt varð ljóst. Sólin hitaði vatnið, og
endin varð, at sandur kom undan, men einki livandi.
Úr vatninum kom guva, sum hevjaði seg upp og varð
til skýggj.
Hann spýði aftur, og hesa ferð spýði hann níggju
djór, leopardin, Koy Bumba, ørnina, Ponga Bumba,
krokodilluna, Ganda Bumba, fiskin, Yo Bumba,
skjaldbøkuna, Kono Bumba, eitt djór, átøkt leopardi,
Tsetse Bumba, ein hvítan hegra, Nyanyi Bumba, eina
klukku, sum einki navn hevði, og eina geit nevnd
Budi.
Triðju ferðMbomba spýði, spýði hannmenn. Ein teirra,
Loko Yima, var hvítur, sum hann sjálvur. Tey níggju
djórini hildu áfram at skapa allar heimsins skapningar.
Hegrin skapti allar fuglar uttan ein, drekan. Krokodillan
skapti slangurnar og leguanina. Geitin skapti øll djór
við hornum. Klukkan skapti øll skordjór. Fiskurin
skapti allar fskar.
Tríggir synir Mbombo søgdu, at teir vildu fullfíggja
skapanarverkið. Tann fyrsti, sum royndi seg, var
Nyonye Ngana. Hann spýði termittar, men doyði. Til
tess at æra Nyonye Ngana, fóru termittarnir djúpt í
jørðina eftir myrkari mold at jarða hann í. Soleiðis
umskaptist sandurin til jarðarskorpu.
Annar sonurin, Chonganda, skapti fyrstu plantu, sum
varð upprunin til øll trø, grøs og blómur.
Triði sonurin, Chedi Bumba, skapti seinasta fuglin,
drekan.
Tsetse Bumba, djórið átøkt leopardi, voldi so stórar
trupulleikar á jørðini, at Mbomba jagstraði tað upp í
luftina, har tað varð til toruslátt.
Tá alt var fullgjørt og friðarligt, læt Mbomba menn-
iskjunum skapanarverkið, steig upp til himmals og
setti Loko Yima at vera gud á jørð.
Skapanarsøga frá Bakubafólkinum í Kongo
Tann átrúnað, vit fnna hjá upprunafólki, eitt
nú í Afrika, nevna vit siðbundnan átrúnað.
Siðbundin átrúnaður breiðir seg ikki um heimin
til onnur fólkasløg.
Skapanarsøga frá Bakubafólkinum í Kongo
11
guva · átøkt · siðbundnan