Page 14 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Í fyrstuni var alt eitt tómt rúm, Ginnungagap. Her
møttust kuldin norðaneftir og hitin sunnaneftir,
og tað varð mjørki. Køldumegin lá Nivlheimur og
heitumegin Múspellheimur.
Av tí at neistar fuku úr Múspellheimi, tiðnaði ísurin
í Nivlheimi, og tað fór at dryppa. Droparnir fullu
í Ginnungagap og tóku skap. Fyrsta skapið var
frumjøtunin Ymir og eitt annað skap var kúgvin
Eyðhumla.
Ymir drakk mjólk undan kúnni og lá og sveittaði.
Undan hondini vinstrumegin vuksu ein maður og
ein kvinna, og vinstri fótur fekk ein son við høgra
fóti. Frá hesum soni eru allir jatnir.
Eyðhumla sleikti nøkrum søltum steinum, og fram
kom ein maður. Hann æt Búri og er ættfaðir at
æsagudunum Óðini, Vilja og Ve.
Æsirnir drupu Ymir, og úr likami hansara varð
heimurin skaptur. Blóðið varð til hav, áir og vøtn,
beinini til fjøll, holdið varð til jørð, tenninar til klettar
og hárið varð til skóg. Skallin varð til himmalhválvið,
og tankarnir til skýggj. Neistarnir úr Múspellheimi
vórðu til stjørnur, og úr eygnabrúnum á Ymi skaptu
æsirnir eina girðing, sum skal verja mannaheimin og
gudaheimin móti ónda jatnaríkinum.
Mannaheimurin eitur Miðgarður og jatnaríkið Jøtun-
heimur.
Størsta træ í heiminum var ein risaaskur, Yggdrasil.
Bulurin rakk heilt til himmals, og greinarnar breiddu
seg um allan heimin. Yggdrasil hevði tríggjar røtur.
Ein vaks inn undir Ásgarð, har æsirnir búðu, haðani
kom keldan Urðarbrunnur, sum ráddi yvir fortíðini.
Onnur rótin vaks inn undir Jøtunheimin, har jatnirnir
búðu, og haðan kom keldan Mimisbrunnur, sum var
fullur av vísdómi.
Triðja rótin vaks inn yvir deyðsríkið Hel í Nivlheimi,
til ta kelduna, haðan vatnið ella ísurin kom, tá
heimurin varð skaptur. Til Hel fóru tey, ið doyðu av
sjúku og elli. Tey, ið doyðu í bardaga, fóru til Valhøll
í Ásgarði.
Ein onnur norrøn skapanarsøga sigur, at ein dagin
æsirnir Óðin, Vilji og Ve gingu í fjøruni, funnu teir
eina klótu, og úr henni skaptu teir ein mann og
eina kvinnu. Óðin gav teimum ond og lív, Vilji gav
teimum skil og heilsu, og Ve gav teimum allar sansir.
Æsirnir góvu teimum nøvnini Askur og Embla, og frá
teimum báðum eru menniskjuni ættað.
Skapanarsøga úr norrønu gudalæruni
12
girðing · klótu
at eftir at fólk við siðbundnum átrúnað eru
kristnað, halda tey ofta fram at gera ymiskt, sum
hoyrdi fyrra átrúnaðinum til, serliga sovorðið,
sum vardi tey ímóti óndum maktum. Hetta er
eisini galdandi fyri summar av prestum teirra.