Page 100 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Jákup Dahl var føddur suðuri í Vági í 1878.
Bara 15 ára gamal fór hann til Havnar á læraraskúla og tók prógv í 1896.
Eftir at hava virkað sum lærari í eitt ár fór hann til Danmarkar á studenta-
skúla og las síðan gudfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Hann tók gudfrøðiligt embætisprógv í februar í 1905 og fór so aftur
til Føroya. Tað var trupult at fáa prestaembæti, av tí at Jákup Dahl var
ungur og óroyndur. Hóast hann einki embæti hevði, prædikaði Jákup
Dahl feiri ferðir í Vágs kirkju.
Jákup Dahl var ógvuliga áhugaður í skúlaskapi og persónligur vinur við
føroysku háskúlamenninar, og spurdi hann seg fyri um lærarastarv á
Føroya Fólkaháskúla, men har var einki starv til hansara tá. So fall valið
á danska háskúlan í Karise. Har var hann eitt skúlaár, til hann í 1908
fekk starv við Thorshavns Mellem- og og Realskole.
Um tað mundið var tað ikki loyvt at læra frá sær á føroyskum, men
Jákup Dahl aktaði ikki boðini og tosaði við sínar næmingar á før-
oyskum. Nøkur ár frammanundan, í 1905, hevði hann eisini havt skeið
í føroyskum fyri lærarum.
Fólk kærdu hann til skúlamyndugleikarnar, so honum varð bannað at
læra frá sær á føroyskum, men hann kundi nýta føroyskt at forklára seg
við. Tá hann ikki aktaði tað, var kært til løgtingið.
Avleiðingin av tí varð ein viðtøka um, at danskt skuldi vera frálærumálið,
men sagt varð eisini, at munnligt føroyskt gjørdist ein lærugrein.
Føroysk gudstænasta
Í 1908 søkti hann um loyvi at halda føroyska gudstænastu í Havnar
kirkju, men fekk noktandi svar. Jákup Dahl gavst ikki so, tí 2. jóladag
1909 helt hann føroyska gudstænastu í Kirkjubøar kirkju. Tað fekk hann
átalu fyri, av tí at Jóannes Patursson, løgtingsmaður, sum hevði biðið hann
prædika, ikki hevði sent myndugleikunum umbøn um loyvi, sum hann
hevði lovað. Tá háskúlin í 1909 futti til Havnar, hevði Jákup Dahl seinna-
partsgudstænastur har við føroyskum sálmasangi og føroyskari prædiku.
embætisprógv · átalu
Jákup Dahl
Vágs kirkja
Jákup Dahl
98