Page 101 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kap. 9 - Jákup Dahl
Málstríð
Tað var um hesa tíðina, at málstríðið byrjaði av álvara. Stríðið um, hvørt
danskt ella føroyskt skuldi vera skúla- og kirkjumálið í Føroyum. Ein av
slóðbrótarunum fyri føroyskum máli í skúla og serliga í kirkju var Jákup
Dahl. Tað dámdi ikki øllum, tí summi høvdu ta fatan, at føroyskt mál
stóð ikki mát við danskt. Deknar sluppu heldur ikki at lesa føroyskan
lestur, tí myndugleikarnir hildu uppá, at deknarnir
dugdu ikki at lesa føroyskt, og tí fór eingin at skilja teir.
Líknandi var hent, tá J. H. Schrøter 100 ár framman-
undan hevði umsett Matteusevangeliið. Tá søgdu
mong, at málið var ov gerandisligt. Norðoyaprestur
skrivaði til Bíbliufelagið, at tá hann las fyri fólki í
síni sókn, hildu mong, at føroyska málið var gott til
gerandisbrúk, men tá talan var um andligar lutir, átti
málið at vera danskt, sum tað altíð hevði verið.
Í 1912, sama ár, sum hann var vorðin prestur, sendi
Jákup Dahl løgtinginum uppskot um kirkjuráðslóg,
sum bar í sær, at gudstænasta kundi verða hildin á
føroyskum, um meiriluti av kirkjuliðinum var fyri
tí. Jákup Dahl og Símun av Skarði høvdu í hesum
sambandi týtt prædikutekstirnar til føroyskt og
savnað sálmar til ein sálmabók.
Úrslitið var, at eitt uppskot varð samtykt, sum líktist tí hjá Jákupi Dahl.
Eftir umbøn frá Løgtinginum umsetti Jákup Dahl eisini ritualini, men
av politiskum stríði komu ritualini ikki út á føroyskum fyrr enn í 1930.
Í ritualbókini frá 1930, sum varð endurprentað í 1983, eru hesi ritual:
Ritual til dóp, skriftamál og avloysing, altargang, brúðarmessu, konfr-
matión og lík at kasta jørð á.
Í 1918 varð Jákup Dahl settur próstur í Føroyum, hóast ávísa mótstøðu.
Próstagarðurin var tá í Sandagerði í Tórshavn. Jákup Dahl helt fram
at stríðast fyri føroyskum máli í skúla og í kirkju. Tað var ikki bara
sum at siga tað, av tí at lítið var at hella seg til, tá nýggj orð skuldu
smíðast um heiti og hugtøk, av tí at føroyskt næstan ikki hevði verið
brúkt í kirkjuligum høpi áður. Hetta hóast føroyskt var fólksins mál, og
føroyingar høvdu eitt skriftmál.
gerandisligt · skriftamál og avloysing · heiti · hugtøk
Jákup Dahl gav fyrstu føroysku
mállæruna út. Hon hevur verið
brúkt heilt til okkara tíð.
Frammanundan Jákupi Dahl
høvdu aðrir prestar prædikað
á føroyskum, eitt nú Fríðrikur
Petersen og A. C. Evensen.
A. C. Evensen hevði bæði
skrivað skúlabøkur og umsett
Jóhannesar evangelium.
99